Fróðskaparrit - 01.01.1966, Blaðsíða 78
86
Skiftið millum framgóma- og afturgómaframburð
henda framburð inn á sambond k ella g + í-j. Dømi: kúra-
kína, skúm-skíði. Dømi um g + « eru, sum nevnt, hvørki
funnin í føroyskum ella í fornmálinum, men føroyskt hevur
regluliga, t. e. samsvarandi við k + í-ý, afturgómaframburð av
g framman fyri í-ý. Dømi: gíggja, gýta o. o.
a í herðingarsterkari staving verður ið hvussu er í nógvum
førum tvíljóðað. g og k frammanfyri halda sínum afturgóma-
framburði og ota henda framburð inn á sambond g-k + æ.
Dømi: garður-gæsutur, skapa-skærur, kavajkæti o. o. Hvørt
æ norðan fyri Suðuroyarfjørð hevur verið tvíljóðað ella um
at verða tvíljóðað, skal einki verða ætlað um her.
c) Seinni, kanska nakað væl seinni, mugu vit rokna við, at
fyrri liður av tvíljóðaðum a og — uttan fyri Suðuroynna —
x (garður, kæti o. s. fr.) fer at ljóða sum fyrri liður av tví-
ljóðinum før ey (<Cfn. au) og av fn. e framman fyri gomlum
longum ella tvíføldum hjáljóðum (geyla, ketta, kenna o. o.)
ella ávísum hjáflokkum (gestur, skelkur o. tíl.), RISCHEL
(1964), men í millumbilinum eru g og k framman fyri i-y, e
og før. ey<Cfn. au vorðin so mikið framgómakend, ella kanskz
bert uppgómaljóð, at flyting aftur og fram iher ikki ber til
longur, munurin millum tey og afturgómaframborin g og k
er vorðin ov stórur, tey falla í ljóðskipanini saman við fn.
g; og kj og verða ikki longur uppfatað sum sama Ijóð sum
hini fornu afturgómaframbornu. — 1 Suðuroynni fáa vit
samanruna av e og æ, men eisini hesin samanruni fer fram,
aftan á at fonemiskur munur er vorðin á g-k framman fyri
i-y, e og ey og afturgómaframbornum g-k.
Er henda uppstilling bein, kann hon koma at fáa týdning
fyri komandi gransking av ljóðalongdarkollveltingini (»kvan-
titetsomvæltning«) í føroyskum.
7.
Lesarin hevur ansað eftir míni hugsan um í-ý-tvíljóðið í
føroyskum, um hvussu tað hevur tikið seg upp (4.), og hvussu
tað ber til, at tað krevur afturgómaframburð av g-k framman-
fyri (6. b) — møguliga ein nakað djørv hugsan, m. a. av tí