Fróðskaparrit - 01.01.1966, Page 106

Fróðskaparrit - 01.01.1966, Page 106
114 Yvirlit yvir deyðatal, ið hevur staðist av illvøkstri hátti og øðrum umstøðum, man tað verða gjørligt at finna fram til upprunatreytir, sum ávirka hesar sjúkur, so læknar kanska gerast førir fyri at seta í verk tiltøk, ið byrgja fyri, at hesar herviligu sjúkur nørast. Tey seinastu árini er skráseting av illvøkstri gjørd í nógvum londum. Millumlandareglur eru gjørdar viðvíkjandi frøðiorðum og flokking av øllum illkynjaðum sjúkum av sernevnd undir World Health Organisation, W.H.O., til at fáa tílík hagtøl so eins sum gjørligt, so at til ber at gera álítandi sammetingar. Ein tílík skráseting er sjálvandi lættast at fáa í lag í smáum londum, har tað ber til at hava bert eina miðstøð fyri alt landið; á henda hátt fáast best álítandi, fullfíggjað og hósk- andi stór hagtøl. 1 øllum norðurlondum eru gjørd tílík miðstøðarkortsøvn til skráseting av øllum tilburðum av illvøkstri; í Danmark síðan 1942, í Noregi síðan 1952, í Finnlandi síðan 1953, í Islandi síðan 1954 og í Svøríki síðan 19592. Føroyar hava higartil ikki verið við í hesari skráseting. Einasta roynd sum gjørd er í Føroyum at savna tilfar um til- burðir av illvøkstri er gjørd av R. K. Rasmussen í Eiðis lækna- dømi3. Sum fyrr nevnt eru tilburðir av illvøkstri í Føroyum higar- til bert skrásettir eftir deyðaváttanum, og tað er ikki nóg álítandi. Sjúkuavgerðirnar á deyðaváttanum mugu berast saman við upplýsingar, sum annars eru til skjals um hesar sjúklingar. 1 Danmark til dømis verða sjúkuavgerðirnar á deyðavátt- anum samanbornar við tær upplýsingar, sum eru at finna í illvakstraryvirlitinum (Cancerregisteret), og hetta hevur ført til ymiskar rættingar í deyðaváttanunum; á summum váttanum hevur verið skeiv staðfesting, og summar eru rættaðar frá ill- kynjaðum sjúkum til ikki illkynjaðar ella øvugt. 1 árunum 1955 og 1956 vóru soleiðis rættingar í næstan 10% av deyða- váttanum av illvøkstri og í 1957—1959 í umleið 5%4. Eisini í Noregi er víst á, at hagtøl, sum einans byggja á deyðaváttanir, eru ófullfíggjað og kunnu verða villleiðandi5.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.