Fróðskaparrit - 01.01.1982, Blaðsíða 1
Um dýpdarboringina í Vestmanna og í Lopra
(Scientific deep drilling in the Faeroes)
Arne Noe-Nygaard og Jóannes Rasmussen
Inngangur
Á heysti 1980, og aftur á sumri og út á heystið 1981, vórSu
tvær jarðfrøSiligar boringar gjørdar í Føroyum, onnur í Vest-
manna, hin í Lopra. Boringin í Vestmanna fór fram í døgunum
17. september til 1. november 1980, boringin í Lopra í døg-
unum 2. juli til 27. oktober 1981.
Forsøgan er í stuttum henda. Á vári 1978 heitti Føroya
Landsstýri (løgmaður Atli Dam) á høvundarnar báSar at hesari
grein um at útvega Landsstýrinum upplýsingar um, hvønn
týdning ein vísindalig dýpdarboring hevSi havt fyri fram-
haldandi jarSfrøSiligar kanningar í Føroyum, nú kortlegg-
ingararbeiðið á landi og botnkanningarnar á sjónum vóru av
á hesum sinni, og um at kanna eftir og geva Landsstýrinum
tilmæli um, hvussu ein tílík boring, um so var, átti at veriS
løgd til rættis.
FrágreiSing viS tilmæli varS send Landsstýrinum, sum í
februar 1979 samtykti at fara undir fyrireikingararbeiSi til
eina jarSfrøSiliga dýpdarboring. Ein arbeiSsbólkur varS settur
at leggja uppgávuna til rættis og, tá samtykt var at fara undir
sjálva boringina, eisini biSin um at taka sær av henni.
1 arbeiSsbólkinum vóru Arne Noe-Nygaard, professari,
Jóannes Rasmussen, statsgeologur, Ole Berthelsen, stjóri fyri
DGU, Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøðingur, Tove Birkelund,
professari og Einar Kallsberg, skrivstovustjóri. LandsstýriS
2 — Fróðskaparrit