Fróðskaparrit - 01.01.1982, Blaðsíða 60
68
Beaucoup de bruit pour une aumelette
7. Tað ásetta markið var kapittultaksturin fyri Sælands biskupsdømi.
8. M. a. av Jens Chr. Svabo, Nicolai Mohr og W. Hammershaimb land-
fúta. Uppskot teirra fyrstnevndu er umrøtt í J. Chr. Svabo: Indberet-
ninger fra en Reise i Færøe 1781 og 1782 (útg. av N. Djurhuus, Kbh.
1959). Formælið. Ætlandi hevur eisini búskaparástøðið í tíðini, fysio-
kratisman, við denti sínum á landbúnaðarframleiiðslu, átt lut í
hugleiðingum hjá Keypmannahavnar-embætismonnunum. Hvussu víða
tað fevnir, tori eg einki at siga um.
9. Liggur í Danske Kancelli. Uppkøst og fylgiskjøl til »Norske registre«.
10. Sum viðm. 9.
11. Amtmansembætisgerðirnar vórðu í 1720 lagdar undir Islands stift-
amtmansskap. I 1770 var stiftamtmaðurin yvir íslandi skipaður at fara
til íslands, og meðan hann var frá, var varamaður settur í føroyska
amtmansembætið. Við kongsbrævi frá 18.5.1776 varð amtmansskapurin
lagdur inn undir Sælands stiftamtmansskap, av tí at einki beint sam-
band var millum Islands og Føroya, so embætisgerðirnar máttu ganga
um Keypmannahavn. Stiftamtmaðurin yvir Islandi mundi helst vita
nakað um føroysk viðurskifti, men stiftamtmaðurin yvir Sælandi var
starvur, og tí hevði stiftamtmansskapurin lítlan týdning fyri avgerð-
irnar.
12. Rentukamarið 373.43. Dagf. 26.3.1774.
13. Lá prísurin oman fyri kapittultakstin fyri Sælands biskupsdømi, skuldi
keypmaðurin eftir reglunum sjálvur greiða munin. Aloftast var mun-
urin eftirgivin, men við tað at tann stóra inntøkan hjá keypmanninum
ivaleyst hevur ligið í umboðssamsýning fyri keyptu vøruna, hevur
inntøka hansara kortini verið skerd vegna tann høga kornprísin.
14. Bræv til aðaltollkamarið frá 3.3.1774. Rentukamarið, dgb. nr. 189.
15. Sum viðm. 9. Báðir Streymoyar-prestar og hjálparpresturin í Suðuroy
hildu, at veltingin var framfarin. Prósturin, presturin í Suðuroy og
hjálparpresturin í Eysturoy søgdu, at eingin afturgongd hevði verið.
Einans Vága-prestur helt fast um, at veltingin var afturfarin. Tað
hevði borið til at kannað upplýsingar teirra eftir kirkjuroknskapinum,
av tí at triðingurin av korntíggjundini fór til kirkjuna. Tíverri tykist
glopp vera fyri hesi árini (roknskapirnir eru til skjals á landsskjala-
savninum fyri Sæland). Hinir báðir partarnir av korntíggjundini fóru
til prest og sýslumann (hann fekk kongsins part í løn).
16. Sum viðm. 9. Ósemja hevði verið millum vágamenn og handilsforvalt-
aran í Havn; teir høvdu klagað um, at teir fingu ikki sín lut av
vørunum. Hetta kann hava litað hugleiðingar sýslumansins.
17. Sum viðm. 9. Hitt tingvitnið er frá løgtinginum 11.9.1775. Tað inni-
heldur ein lista yvir arbeiðsfólk í Vága sýslu, ein lista yvir húsbøndur
við vaksnum børnum heima og arbeiðsfólki í Sandoyar sýslu og ein
lista yvir húsbøndur við arbeiðsfólki í Streymoyar sýslu.