Fróðskaparrit - 01.01.1982, Blaðsíða 4
12
Um dýpdarboringina í Vestmanna og í Lopra
miðdepli ftorðan fyri Mykines, hin við miðdepli í Suðuroy
(Saxov & Abrahamsen 1964, Noe-Nygaard 1966, Saxov 1969,
Schrøder 1971).
Føroyar liggja á mótinum millum Føroya-Rockall grunnin,
sum gongur í landnyrðing-útsynning fram við bretska megin-
landsstøðinum, og Grønlands-Skotlandsryggin, sum gongur í
útnyrðing-landsynning úr bretska meginlandsstøðinum til
Grønlands (Wyville-Thomson ryggurin, Føroya-lslandsrygg-
urin, Islands-Grønlandsryggurin).
1 sunnara parti av Rockallgrunninum er havbotnurin gneis.
Seismiskar kanningar og tyngdarmátingar tykjast vísa, at Før-
oya-Rockall grunnurin allur sum hann er, er sokkin megin-
landsskorpa (Bott et. alt. 1974).
Botnkanningar okkara á landgrunninum seinnu árini hava
m. a. víst, at basaltbotnurin eystan fyri Føroyar røkkur út á
200 m dýpi, áðrenn hann stingur seg inn undir legugrýti
(Nielsen, Waagstein, Rasmussen og Larsen 1979); eisini hava
tær víst, at basaltbotnurin røkkur vestur á bankarnar Føroya
banka, Bill Bailey banka og Lousey banka (Waagstein 1977),
men hvussu djúpt basaltháslættin gongur og hvussu undirstøðið
undir honum annars er háttað, vita vit ikki. Til at kanna hesar
og aðrar jarðfrøðiligar spurningar, t. d. jarðhitavøksturin,
gjøllari, varð boringin gjørd.
Boriætlanin
Upprunaliga ætlanin snúði seg bara um at gera eina djúpa
boring á hóskandi stað til tess at útvega okkum so hollan
jarðfrøðiligan kunnleika sum gjørligt um basaltháslættan undir
sjóvarmálanum, at kanna eftir jarðhitavøkstrinum, sum enn
var ókendur í Føroyum og, um gjørligt, at bora niður ígjøgn-
um allan basaltháslættan niður í undirstøðið undir honum,
sum flestir halda vera meginlandsskorpu eins og á Føroya-
Rockallgrunninum sunnari (Bott 1975, Roberts 1975).
Gjøllari umhugsað varð boriætlanin seinni broytt soleiðis,
at gerast skuldu tvær boringar, ein í Vestmanna (600—800 m)
og ein í Lopra (um leið 2300 m) í staðin fyri bara eina boring