Fróðskaparrit - 01.01.1982, Blaðsíða 56
64
»Beaucoup de bruit pour une aumelette'
uppskoti frá Henrik Stampe sendi uppkastiS aftur til aSaltoll-
kamariS viS m. a. teirri viSmerking til 8. gr., at kanselliiS helt
taS vera ógvuliga ivingarsamt at fremja hetta uppskot fyri
land, har fólkatrot var frammanundan; illa bar til at revsa
fólk fyri siSloysi, tá iS tey ikki sluppu at giftast. Tí átti fólk,
sum vildi giftast, at fáa eitt jarSarstykki ávíst, ella onkun
annan vinnuveg.
ASaltollkamariS helt tó fast viS sítt og svaraSi danska
kansellinum, at taS var einki gagn til at fáa máliS gjøllari
lýst23. Hereftir læt kanselliiS sær eftirlíka, og Stampe skeyt
upp eina linari útgávu av 8. gr., har tænastutíSin var stytt til
4 ár, og lyfti varS giviS um at útvega teimum, sum vildu
giftast, jørS ella annan vinnuveg. Hetta uppskot var næstan
orSaraSiS taS endaliga. Sum endaviSmerking til lyftiS skrivaSi
Stampe: »Dette sidste maae Kammeret siden erindres om at
exeqere«, so kanselliiS gavst ikki heilt á hendur.
Fyriskipanin varS ikki avtikin fyrr enn viS plakat frá 11.
11. 1846, og vóru menn í rentukamarinum ymsir á máli
um avtøkuna, viS taS at meirilutin var ímóti, og ein minniluti
var fyri avtøkuni. StigiS til avtøkuna tóku amtmaSur og
prestar í Føroyum.
Teir tríggir embætismenninir í Føroyum umboSaSu sum
jarSarmenn í stóran mun áhugamálini hjá stórbóndunum25, og
ynski teirra, iS áttu at halda uppi lóg og rætti, at skerja taS
vaksandi strokiS um landiS, bar at sama borSi. ASaltollkamariS
og setti amtmaSurin máttu hugsa bæSi um inntøkur ríkisins og
um at halda uppi fólki og vinnulívi. í hesum føri funnu áhuga-
málini hjá embætismonnum á staSnum og í miSfyrisitingini lut-
víst saman í ynskinum um at noySa fleiri til at velta. Hinvegin
hevSi neyvan nakaS veriS úr fyriskipanini, um hetta ikki hevSi
veriS so. Fyrsta stigiS varS tikiS av embætismonnum í Føroy-
um, men uttan ynski aSaltollkamarsins um at minka um korn-
innflutningin var fyriskipanin ikki framd í verki.
Merkisvert er, hvussu hugsanarhátturin skorSaSist fastur
longu tíSliga í hesum hendingahøpi. Tann vaksandi korntørv-
urin stóSst ikki av tí, at landbúnaSurin var í órøkt, men heldur