Fróðskaparrit - 01.01.1982, Side 6
14
Um dýpdarboringina í Vestmanna og í Lopra
Borimaskinan (Craelius XH-90LH) varS sett upp inni á
FjørS, beint norSan fyri Heljareyga (2. mynd). Boringin
byrjaSi tætt niSri viS sjóvarmálan, í niSaru helvt av miSflá-
unum, og boraS varS niSur á 660 m. Grótkjarni var fingin
upp viS borinum allan vegin frá 4 m dýpi til 659,7 m. Tvør-
mátiS á boriholinum var 75,7 mm og tvørmátiS á kjarnanum
47,6 mm.
SkurSurin á 3. mynd samsvarar viS borikjarnan; hann
fevnir um 556 m av miSfláunum, kolalindina vit halda (3 m),
og ovasta partin av niSastu basaltfláunum. Gosmyrju varS
ikki rakt viS í borikjarnanum, heldur ikki óreglulig innskot,
so goskluft hevur helst eingin veriS nærindis boristaSnum.
BoraS varS stívar 100 m (101 m) niSur í niSastu basaltfláirnar;
tær vóru fyri taS mesta blágrýtisfláir viS roySugrýtislindum
ímillum, líkar teimum ovastu 200 m av niSastu basaltfláunum
í SuSuroy og í Vágum. Millum tær og miSfláirnar var á 556 m
dýpi komiS niSur á eina um leiS 3 m tjúkka lind (555,7 —
558,5 m), sum vit halda vera kolalindina. Kol var einki í
henni, men grábrúnur basaltsandsteinur ovari og árundaS eyr-
grýti niSari. Somu viSurskifti hava vit veriS varir viS ymsa-
staSni í SuSuroy, t. d. norSur móti Økslini í Prestfjalli, har
heldur einki kol er í kolalindini, men sand- og eyrgrýti. Líkt
kundi tí veriS til, at vit á boristaSnum í Vestmanna, eins og
vit halda undir somu viSurskiftum í SuSuroy, eru staddir úti
viS útjaSararnar á einari kolalind, viS eina gamla vatnstrond,
og at kol væl kann vera í lindini longri inn frá boristaSnum.
Undir lindini (555,7 — 558,5 m) í Vestmanna er sigulmagns-
pólvísingin rættvend, oman á henni er hon øvut eins og hon er
í SuSuroy (Saxov & Abrahamsen 1966). NiSasti parturin av
miSfláunum, sum boraS varS í gjøgnum, var allarmest olivin-
basalt, ovastu 107 m feldspattbasalt.
ViS taS at hitin í boriholinum verSur ávirkaSur av boring-
ini og av skolivatni, sum verSur pumpaS niSur, vórSu hita-
mátingar gjørdar um vikuskifti, tá ikki varS boraS. JarShita-
vøksturin í boriholinum var um leiS 40°C/km. Mesta vatntil-
renningin var á 300 m dýpi, um leiS 12 1/min. og á 600 m