Fróðskaparrit - 01.01.1982, Blaðsíða 79
Grindatøl 1584—1640 og 1709—1978
87
í 1951—1969 í hvalvágabólkar. Rættiliga stórar broytingar
eru at síggja. Vestanfyri vóru árini 1951—55 lakari enn árini
1956—69, ávikavist 13 °/o og 26 °/o. Eystanfyri vóru einans
8 av 79 grindum (10 °/o) í 1963—68 í mun til 29 av 100 grind-
um (29 %) í 1956—62. TaS sæst, at knappliga skiftiS í hval-
vágabýtinum frá 1962 til 1963 fellur saman viS skiftiS i árs-
tíSarbýtinum — grindirnar koma seinni á árinum í 1963 í mun
til árini undan.
Árini 1951—69 doySu tilsamans 247 grindir viS hvalvága-
bólkabýtinum: vestanfyri 57 (47 + 10), norSanfyri 72 (52 d
20), eystanfyri 51 (39 + 12) og sunnanfyri 65 (61 + 4), har
fyrra taliS í klombrunum merkir taliS á grindum í summar-
hálvárinum, apríl—sept., og seinna taliS á grindum í vetrar-
hálvárinum, okt.—des. og jan.—mars. Munur er á bólkunum;
serliga sunnanfyri víkur frá viS einans 6 % í vetrarhálvárinum
í mun til norSanfyri, har 28 % er deytt hesa árstíS. Hetta
býtismynstur millum hvalvágir og árstíSir hevur veriS skift-
andi. Árini 1938—43 vóru í so máta væl øSrvísi. Tá var býtiS:
vestanfyri 14 (13 + 1), norSanfyri 18 (14 + 4), eystanfyri 12
(7 + 5) og sunnanfyri 32 (13 + 19) og prosenttølini 59 % og
12 % í vetrarhálvárinum ávikavist sunnanfyri og norSanfyri.
Eisini í bólkabýtinum sum heild er munur á tíSarskeiSunum.
1 1938—43 vóru líka nógvar grindir sunnanfyri sum vestan-
fyri og norSanfyri tilsamans, men í 1951—69 høvdu hesir
tríggir bólkar nærum eins nógvar grindir.
Grindastødd
Tann prikkaSa farstrikan í 2. mynd vísir miSaltøl á hvalum,
og hæddin á farstrikuni er lagaS soleiSis, at vóru allar grindir
eins stórar, kom tann prikkaSa (hvalastrikan) og tann heila
(grindastrikan) at falla saman. Sostatt sæst á myndini, at árini
um 1715—30 og 1810—20 hava grindirnar veriS væl minni
enn vant, meSan stórar grindir hava veriS um 1840—50 og
1935—45. 011 árini frá 1868 til 1957 er hvalastrikan hægri
enn grindastrikan.