Fróðskaparrit - 01.01.1982, Blaðsíða 92
100
Grindatøl 1584—1640 og 1709—1978
SAMANDRÁTTUR
Grindatøl eru savnað fyri árini 1584—1640 og 1709—1978. 1641—1708
eru at kalla ongar upplýsingar um grindir. Tøl fyri 1884—1903 og 1963—
78 hava ikki verið prentað áður, og í tølunum frá hinum árunum eru ein-
stakar rættingar gjørdar. 6. talva er ein listi yvir grindirnar frá tíðar-
skeiðinum 1584—1640.
Ymsar býtiskanningar fyri 1709—1978 eru gjørdar viðv. tíðarskeiðum,
árstíðum, hvalvágum og grindastøddum. 1. mynd vísir grindir og hvalir á
hvørjum ári, í 2. mynd eru somu tøl javnað og sæst ein høvuðsgongd: 100
—120 ár ganga millum heilt góð grindaár. 1709—1978 er býtt sundur í
fimm tíðarskeið, A-E, so árini í hvørjum tíðarskeiði sum heild hava verið
eins góð til grind. E er sera gott, A og C eru góð, D toluliga gott og B stak
vánaligt (1. talva og 3. mynd). Býtið av grindum í mánaðir og tíðarskeið
sæst í 4. mynd og 2. talvu. A, C og E líkjast við juli og august sum bestu
mánaðum (45—50°/o), í D er august nógv tann besti mánaðurin (51%);
knapplig skifti frá einum ári til næsta koma fyri, t. d. frá 1962 til 1963 (5.
mynd). Býtið í hvalvágir sæst í 6. mynd og 3. talvu, 67 % av grindunum og
74 % av hvalunum hava lagt beinini í 6 hvalvágum. 7. og 8. mynd vísa býti í
hvalvágabólkar (vestan-, norðan-, eystan- og sunnanfyri) og tíðarskeið
(A-E), lutfalsliga eru nógv fleiri grindir vestanfyri i D (57 %) í mun til
hini tíðarskeiðini (17—32 %), í árligum miðaltølum er gongdin norðan-
fyri, eystanfyri og sunnanfyri nakað tann sama. Býtið av grindum eftir
stødd sæst í 9. mynd og 4. talvu, aftur líkist D burturúr, í 19 % av grind-
unum eru fleiri enn 300 hvalir mótvegis 7—11 % í A, C og E.
Víst verður á, hvørjir tættir kunnu hugsast at ávirka grindaveiðuna, part-
vís av mannaávum, so sum fólkavøkstur, broytingar í vinnumynstri og
tøknilig framstig (m. a. nýggir samskiftishættir) og partvís av náttúru-
ávum. Broytingar í veðurlagnum, serliga sjóvarhitanum, tykjast at hava
samband við hvussu nógvar grindir eru deyðar (10. mynd), ivaleyst er tað
ferðingin hjá grindahvalinum sum skiftir heldur enn støddin á sjálvum
stovninum. Tøl frá 1957—1976 (juli—sept.) benda á, at sera gott samsvar
er millum grindatøl og hitan við vatnskorpuna í ein útsynning úr Føroyum
(11. og 12. mynd). Frá 1966—69 til 1970—74 var eitt umskifti í veður-
lagnum (m. a. lufttrýst og sjóvarhiti) og lívinum í sjónum (m. a. plantu-
og djóraæti) í Norðuratlandshavi. Um sama mundi sæst ein broyting í
grindatølunum (5. talva), árini 1966—69 líkjast tí góða tíðarskeiðinum E,
meðan árini 1970—74 meiri líkjast tí toluliga góða tíðarskeiðinum D.