Fróðskaparrit - 01.01.1982, Page 92

Fróðskaparrit - 01.01.1982, Page 92
100 Grindatøl 1584—1640 og 1709—1978 SAMANDRÁTTUR Grindatøl eru savnað fyri árini 1584—1640 og 1709—1978. 1641—1708 eru at kalla ongar upplýsingar um grindir. Tøl fyri 1884—1903 og 1963— 78 hava ikki verið prentað áður, og í tølunum frá hinum árunum eru ein- stakar rættingar gjørdar. 6. talva er ein listi yvir grindirnar frá tíðar- skeiðinum 1584—1640. Ymsar býtiskanningar fyri 1709—1978 eru gjørdar viðv. tíðarskeiðum, árstíðum, hvalvágum og grindastøddum. 1. mynd vísir grindir og hvalir á hvørjum ári, í 2. mynd eru somu tøl javnað og sæst ein høvuðsgongd: 100 —120 ár ganga millum heilt góð grindaár. 1709—1978 er býtt sundur í fimm tíðarskeið, A-E, so árini í hvørjum tíðarskeiði sum heild hava verið eins góð til grind. E er sera gott, A og C eru góð, D toluliga gott og B stak vánaligt (1. talva og 3. mynd). Býtið av grindum í mánaðir og tíðarskeið sæst í 4. mynd og 2. talvu. A, C og E líkjast við juli og august sum bestu mánaðum (45—50°/o), í D er august nógv tann besti mánaðurin (51%); knapplig skifti frá einum ári til næsta koma fyri, t. d. frá 1962 til 1963 (5. mynd). Býtið í hvalvágir sæst í 6. mynd og 3. talvu, 67 % av grindunum og 74 % av hvalunum hava lagt beinini í 6 hvalvágum. 7. og 8. mynd vísa býti í hvalvágabólkar (vestan-, norðan-, eystan- og sunnanfyri) og tíðarskeið (A-E), lutfalsliga eru nógv fleiri grindir vestanfyri i D (57 %) í mun til hini tíðarskeiðini (17—32 %), í árligum miðaltølum er gongdin norðan- fyri, eystanfyri og sunnanfyri nakað tann sama. Býtið av grindum eftir stødd sæst í 9. mynd og 4. talvu, aftur líkist D burturúr, í 19 % av grind- unum eru fleiri enn 300 hvalir mótvegis 7—11 % í A, C og E. Víst verður á, hvørjir tættir kunnu hugsast at ávirka grindaveiðuna, part- vís av mannaávum, so sum fólkavøkstur, broytingar í vinnumynstri og tøknilig framstig (m. a. nýggir samskiftishættir) og partvís av náttúru- ávum. Broytingar í veðurlagnum, serliga sjóvarhitanum, tykjast at hava samband við hvussu nógvar grindir eru deyðar (10. mynd), ivaleyst er tað ferðingin hjá grindahvalinum sum skiftir heldur enn støddin á sjálvum stovninum. Tøl frá 1957—1976 (juli—sept.) benda á, at sera gott samsvar er millum grindatøl og hitan við vatnskorpuna í ein útsynning úr Føroyum (11. og 12. mynd). Frá 1966—69 til 1970—74 var eitt umskifti í veður- lagnum (m. a. lufttrýst og sjóvarhiti) og lívinum í sjónum (m. a. plantu- og djóraæti) í Norðuratlandshavi. Um sama mundi sæst ein broyting í grindatølunum (5. talva), árini 1966—69 líkjast tí góða tíðarskeiðinum E, meðan árini 1970—74 meiri líkjast tí toluliga góða tíðarskeiðinum D.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.