Fróðskaparrit - 01.01.1982, Blaðsíða 9
Um dýpdarboringina í Vestmanna og í Lopra
17
4. mynd. Boristaðurin í Lopra.
Fig. 4. Drill site in Lopra.
2178 m. Royndarlutir av uppskolaSum, knústum gróttilfari
vórðu tiknir fyri hvørjar 2 m niðureftir. Heilir kjarnar vórðu
tiknir við størri gloppi ímillum; teir eru avmerktir á 5. mynd:
1. kjarni á 340 m dýpi (1,63 m), 2. kjarni á 860 m dýpi (2,65
m), 3. kjarni á 1220 m dýpi (1,80 m), 4. kjarni á 1570 m dýpi
(0 m), 5. kjarni á 1925 m dýpi (0,72 m) og 6. kjarni á 2178 m
dýpi (0,72 m).
Basaltfláirnar í fláarøðini, sum borað varð ígjøgnum, vóru
um leið 120 í tali; tær vóru í miðal 15—20 m tjúkkar; onkrar
fláir vóru meira enn 40 m til tjúktar, tær tynstu vóru heilt
tunnar. Viðvíkjandi útsjónd og samanseting eru tær líkar
niðastu basaltfláunum oman fyri sjóvarmálan og eiga helst at
vera taldar upp í tær, sum framhald teirra niðureftir. Niðastu
basaltfláirnar verða tá longdar niðureftir við meira enn
2000 m til um leið 3 km, og føroyska fláarøðin, øll sum hon