Fróðskaparrit - 01.01.1982, Blaðsíða 15
Uppmáting av vøtnum í FøroyuirU)
Sigmund í Dali
í greinum um uppmáting av vøtnum í Føroyum (í Dali
1975, 1977) varð sagt frá uppmátingarháttinum, og ætlanini
um at kanna nøkur vøtn uppi millum fjalla.
Ffer verða framløgd uppmátingarúrslitini av Vatndalsvatni,
Hvilvtkinnavatni, Kirkjuvatni, Gásavatni, Vatninum í Skæl-
ingsskarði, Porkerisvatni og Kvíandalsvatni.
Uppmátingarhátturin er ikki broyttur munandi, men fyri at
lætta um dragslið er plastbáturin avloystur av einum plastfari,
sum kann blásast upp.
I greinini um uppmáting av vøtnum í Føroyum (í Dali 1977)
vóru vøtnini, sum vórðu avbyrgd til vatnorkugoymslur, nevnd.
Síðan eru fleiri vøtn tikin til matarvatnsgoymslur, og kunnu
vit vænta at alt fleiri verða nýtt á hendan hátt ella tikin til
vatnorkugoymslur. Áhugin fyri vøtnunum er vorðin størri
og tørvurin á kunnleika um tey alt vaksandi. Framvegis má
tí dentur verða lagdur á at máta upp tey vøtn, sum ætlanin
er at taka í nýtslu, áðrenn ov stórar broytingar fara fram av
mannaávum.
Vatndalsvatn (1. mynd)
Vatndalsvatn liggur í Vágum, á Bíggjarfjøllum, í Vatns-
dali, á markinum millum Bø og Sørvág. Á mátiborðsblað nr. 24
er vatnið merkt at liggja 302 m o. sj. Vatnið er um 350 m langt
og um 160 m breitt. Strondin er jøvn. Vatnið hevur ivaleyst
Føroya Jarðfrøðisavn og Danmarks Geologiske Undersøgelse.