Fróðskaparrit - 01.01.1982, Blaðsíða 2

Fróðskaparrit - 01.01.1982, Blaðsíða 2
10 Um dýpdarboringina í Vestmanna og í Lopra stóð fyri boringini og átók sær ta fíggjarligu ábyrgdina, tó so at Carlsbergfondet stuðlaði hana við 1 mill. kr. í treysti til tann vísindaliga týdning, hon var hildin hava. Báðar boringarnar vórðu gjørdar í samstarvi við Danmarks Geologiske Undersøgelse. Jarðfrøðingar teirra, Peder Hedebol Nielsen, Regin Waagstein, Stanley Fine og Knud Højgaard, laborantur, sum høvdu vaktartænastu alla tíðina, meðan borað varð, tóku sær av tí jarðfrøðiliga royndartilfarinum á staðnum. Hans Biskopstø og Gudfinn Olsen hjá landsverkfrøðinginum høvdu ta verkligu samskipanina í hondum. Báðar boringarnar vórðu gjørdar av íslendska orkustovninum (Orkustofnun, Jarðboranir ríkisins) við íslendskari manning. Jarðfrøðiligar fyritreytir Føroyar eru uppbygdar av storknaðum grótbræðingum (basaltlava), flógv oman á flógv (hamrar og brýr) við royðu- gróti ella botnsettum legugrýti ímillum. Fláirnar halla í eystur- ættirnar. Niðastu og elstu fláirnar eru tí vestantil í landinum, ovastu og yngstu fláirnar eystantil. Føroyski basaltháslættin, t. e. allar fláirnar samanlagdar úr vestri í eystur, er um leið 3 km tjúkkur oman fyri sjóvarmálan. Hann verður sundurbýttur í 3 meginbólkar: Niðastu basalt- fláirnar (um leið 900 m), miðfláirnar (um leið 1250 m) og ovastu basaltfláirnar (um leið 675 m). Kolalindin, sum skilir ímillum niðastu basaltfláirnar og miðfláirnar, sigur frá long- um støðgi, tá ið eingi eldgos vóru. Gosmyrjan, sum í støðum (í Suðuroy og í Vágum) sæst millum kolalindina og miðflá- irnar sigur frá einum knappligum hørðum spreingigosi júst um tað mundið, tá ið gosvirksemið, sum bygdi upp miðfláirnar, tók seg upp. Aftan á at basaltháslættin var liðugur, trokaðu grótbræðingar, innskot, seg einaferð enn upp úr neðra, men hesa ferð upp í rivur: gongir, og inn í millum fláir í basalt- háslættanum, har veikast var fyri: óreglulig innskot og syllar (Rasmussen & Noe-Nygaard 1969). Jarðalisfrøðiligar kanningar tykjast benda á, at tvær stórar kúpumyndanir eru undir niðastu basaltfláunum, onnur við
Blaðsíða 1
Blaðsíða 2
Blaðsíða 3
Blaðsíða 4
Blaðsíða 5
Blaðsíða 6
Blaðsíða 7
Blaðsíða 8
Blaðsíða 9
Blaðsíða 10
Blaðsíða 11
Blaðsíða 12
Blaðsíða 13
Blaðsíða 14
Blaðsíða 15
Blaðsíða 16
Blaðsíða 17
Blaðsíða 18
Blaðsíða 19
Blaðsíða 20
Blaðsíða 21
Blaðsíða 22
Blaðsíða 23
Blaðsíða 24
Blaðsíða 25
Blaðsíða 26
Blaðsíða 27
Blaðsíða 28
Blaðsíða 29
Blaðsíða 30
Blaðsíða 31
Blaðsíða 32
Blaðsíða 33
Blaðsíða 34
Blaðsíða 35
Blaðsíða 36
Blaðsíða 37
Blaðsíða 38
Blaðsíða 39
Blaðsíða 40
Blaðsíða 41
Blaðsíða 42
Blaðsíða 43
Blaðsíða 44
Blaðsíða 45
Blaðsíða 46
Blaðsíða 47
Blaðsíða 48
Blaðsíða 49
Blaðsíða 50
Blaðsíða 51
Blaðsíða 52
Blaðsíða 53
Blaðsíða 54
Blaðsíða 55
Blaðsíða 56
Blaðsíða 57
Blaðsíða 58
Blaðsíða 59
Blaðsíða 60
Blaðsíða 61
Blaðsíða 62
Blaðsíða 63
Blaðsíða 64
Blaðsíða 65
Blaðsíða 66
Blaðsíða 67
Blaðsíða 68
Blaðsíða 69
Blaðsíða 70
Blaðsíða 71
Blaðsíða 72
Blaðsíða 73
Blaðsíða 74
Blaðsíða 75
Blaðsíða 76
Blaðsíða 77
Blaðsíða 78
Blaðsíða 79
Blaðsíða 80
Blaðsíða 81
Blaðsíða 82
Blaðsíða 83
Blaðsíða 84
Blaðsíða 85
Blaðsíða 86
Blaðsíða 87
Blaðsíða 88
Blaðsíða 89
Blaðsíða 90
Blaðsíða 91
Blaðsíða 92
Blaðsíða 93
Blaðsíða 94
Blaðsíða 95
Blaðsíða 96
Blaðsíða 97
Blaðsíða 98
Blaðsíða 99
Blaðsíða 100
Blaðsíða 101
Blaðsíða 102
Blaðsíða 103
Blaðsíða 104
Blaðsíða 105
Blaðsíða 106
Blaðsíða 107
Blaðsíða 108
Blaðsíða 109
Blaðsíða 110
Blaðsíða 111
Blaðsíða 112
Blaðsíða 113
Blaðsíða 114

x

Fróðskaparrit

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.