Fróðskaparrit - 01.01.1982, Qupperneq 2
10
Um dýpdarboringina í Vestmanna og í Lopra
stóð fyri boringini og átók sær ta fíggjarligu ábyrgdina, tó so
at Carlsbergfondet stuðlaði hana við 1 mill. kr. í treysti til
tann vísindaliga týdning, hon var hildin hava.
Báðar boringarnar vórðu gjørdar í samstarvi við Danmarks
Geologiske Undersøgelse. Jarðfrøðingar teirra, Peder Hedebol
Nielsen, Regin Waagstein, Stanley Fine og Knud Højgaard,
laborantur, sum høvdu vaktartænastu alla tíðina, meðan borað
varð, tóku sær av tí jarðfrøðiliga royndartilfarinum á staðnum.
Hans Biskopstø og Gudfinn Olsen hjá landsverkfrøðinginum
høvdu ta verkligu samskipanina í hondum. Báðar boringarnar
vórðu gjørdar av íslendska orkustovninum (Orkustofnun,
Jarðboranir ríkisins) við íslendskari manning.
Jarðfrøðiligar fyritreytir
Føroyar eru uppbygdar av storknaðum grótbræðingum
(basaltlava), flógv oman á flógv (hamrar og brýr) við royðu-
gróti ella botnsettum legugrýti ímillum. Fláirnar halla í eystur-
ættirnar. Niðastu og elstu fláirnar eru tí vestantil í landinum,
ovastu og yngstu fláirnar eystantil.
Føroyski basaltháslættin, t. e. allar fláirnar samanlagdar úr
vestri í eystur, er um leið 3 km tjúkkur oman fyri sjóvarmálan.
Hann verður sundurbýttur í 3 meginbólkar: Niðastu basalt-
fláirnar (um leið 900 m), miðfláirnar (um leið 1250 m) og
ovastu basaltfláirnar (um leið 675 m). Kolalindin, sum skilir
ímillum niðastu basaltfláirnar og miðfláirnar, sigur frá long-
um støðgi, tá ið eingi eldgos vóru. Gosmyrjan, sum í støðum
(í Suðuroy og í Vágum) sæst millum kolalindina og miðflá-
irnar sigur frá einum knappligum hørðum spreingigosi júst um
tað mundið, tá ið gosvirksemið, sum bygdi upp miðfláirnar,
tók seg upp. Aftan á at basaltháslættin var liðugur, trokaðu
grótbræðingar, innskot, seg einaferð enn upp úr neðra, men
hesa ferð upp í rivur: gongir, og inn í millum fláir í basalt-
háslættanum, har veikast var fyri: óreglulig innskot og syllar
(Rasmussen & Noe-Nygaard 1969).
Jarðalisfrøðiligar kanningar tykjast benda á, at tvær stórar
kúpumyndanir eru undir niðastu basaltfláunum, onnur við