Fróðskaparrit - 01.01.1982, Blaðsíða 33
Tíðleiki hjá avlamni av nervafrøðiligum sjúkum
41
Heilasvullur (Neoplasma intracranialis), mønusjúkur (Myel-
opathiae), bruni í nervum ið liggja frá og til mønu og hámønu
(Polyneuritis), og ov nóg nógv vatn innanskalla (Hydrpce-
phalus), finnast allar sum avlamisorsøk, men er hetta ikki nak-
aS stórt tal.
Heilaskaði (Encephalopathiae in partu seqv.) ákomin í sam-
bandi við barnsburð (præ-, peri- og postnatalt) hevur verið í
minkan, í 1950—59 var talið 11,3 % móti 5,4 %> í 1970—75.
Ristisjúka (Paralysis agitans) er lutfalsliga í vøkstri, frá 7,7
% í 1950—59 til 13,0 % í 1970—75.
Kanningin sýnir, at mønulop (Meningocele), ígerðarsjúkur
(í flestu førum eftirsjúkur eftir bruna í heila- og mønuserki),
sjúka í hámønu- og mønukyknum, ið hava týdning fyri vødda-
megina (Sclerosis amyotrofica lateralis), vøddavantrivni (í
flestu førUm afturbregðiligar sjúkur í vøddunum, Dystrophia
musculorum progressiva), støðugar broytingar í heila- og mønu-
serki (Arachnoiditis), heilaskaði eftir stoyt ella súrevnistrot
(Encephalopatia traumatica et anoxia) eru at finna, men ikki
í stórum tali.
Av ov bráðum samanvøkstri av beinunum í skallanum (Dys-
synostosis cranii) hevur bert verið ein tilburður.
Viðfødd brek í heilaæðrum (Aneurysma aa. cerebri) síggjast
at vera í vøkstri frá 1950—59 og fram.
Um dissemeneraða sklerosu er at siga, at sjúkan er lutfals-
liga í minkan, mett eftir hesum tølum. Frá 1960 til 1975 eru
bert skrásettir 5 tilburðir.
Umrøða
Tá ið sagt er, at 8 % av umsóknunum um avlamishjálp
snúgva seg um fólk, ið fáa avlamishjálp vegna nervafrøðiliga
sjúku, er tó ikki sagt, at 8 °/o av teimum, sum fáa avlamisihjálp,
hava nervafrøðiliga sjúku. Hetta tal er ókent, og veldst millum
annað um, hvussu leingi hesir sjúklingar liva aftan á, at teir
hava fingið sjúkuna.
Tað skal nevnast, at henda tíðleikakanning ikki sigur nakað
avgjørt um, hvussu vanligar hesar sjúkur eru. Tær ringu bráðu
4 — Fróðskapariit