Fróðskaparrit - 01.01.1982, Blaðsíða 74
82
Grindatøl 1584—1640 og 1709—1978
árunum, samstundis sum spjaðingin økist. 1970 vóru einans 3
grindir (apríl, aug., nov.).
Hvalvágir
6. mynd vísir býtið av grindum og hvalum eftir hvalvágum
fyri 1709—1978. Raðfylgið er gjørt eftir grindatali, og hval-
vágirnir eru merktir á Føroyakortinum við raðnr. Tann stón
parturin av grindunum hevur lagt beinini á nøkrum fáum
hvalvágum, soleiðis eiga 6 teir bestu hvalvágirnir 67 % av
grindunum (74 °/o av hvalunum). Fyri hvalvágirnar nr. 1—16
er býtið í tíðarskeið sett upp í 3. talvu (uppbygd eins og 2
talva). Verður hugt at býtinum fyri einstakar hvalvágir, sæst
stórur munur á tí luti, ein ávísur hvalvágur eigur í ymsum
tíðarskeiðum. Á Miðvági t. d. eru í C 18 %, í D 30 % og í
E 10 % av grindunum deyðar. Fyri Klaksvík eru tølini 14 °/o,
5 % og 13 %. Tølini fyri Vestmanna eru 10 %, 16 % og
6 %, t. e. umleið somu lutfalsligu broytingar sum fyri Miðvág.
Hetta kann tala fyri at gera bólkar av hvalvágum, har hval-
vágir í sama bólki liggja soleiðis, at grindirnar vanliga koma
úr nøkulunda somu ætt. Sambært uppsetingini niðanfyri er
gjørd ein tílík samanlegging í fýra bólkar, ein fyri hvørja
høvuðsætt:
Vestanfyri 1—5—11—18—20—24—26—27—30
Norðanfyri 2—8—10—14—16—22
Eystanfyri 3—7—12—15—19—21—25—28—29—32—33
Sunnanfyri 4—6—9—13—17—23—31