Fróðskaparrit - 01.01.1982, Síða 63

Fróðskaparrit - 01.01.1982, Síða 63
Grindatøl 1584—1640 og 1709—1978 Statistics for pilot whale killing in the Faroe Islands 1584—1640 and 1709—1978 Jákup Sverre Joensen Fiskirannsóknarstovan Petur Zachariassen Støðisútbúgvingin INNGANGUR 1 Seyðabrævinum (1298) eru reglur um, hvussu stóran part jørðin eigur av hvali, sum menn reka á land. Landparturin var tá tríggjar fjórðingar. Einki stendur um, hvat hvalaslag tað er, sum menn reka á land tá í tíðini. Men helst hevur tað verið grind, tó at vit einki beinleiðis prógv hava fyri, at so var. Louis Zachariassen (1959) skrivar, at grindadráp man hava verið her á landi aftur í miðøldina. H. C. Miiller (1884) heldur, at grind er kend og dripin her aftur í fornøldina. H. E. Høst (1875) skrivar, at tað kann ikki avgerast við vissu, hvussu langt aftur í tíðina menn hava dripið grind her á landi Men hann heldur ikki, at grindadráp hevur verið kent um ár 1400. Um tað mundið vóru tveir venetianskir aðalsmenn, brøðurnir Nicolo og Antonio Zeno, í Føroyum. Annar teirra var her 1390—1395 og hin 1391 —1405. Hesir báðir hava skrivað gjølliga frágreiðing um ferðir sínar (prentað í »Grøn- lands historiske Mindesmærker«, København 1845). Teir skriva m. a. um fiskiskapin, og at føroyingar flyta út fisk til fleiri lond í Europa. Høst heldur tað tí vera óhugsandi, at grinda-
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.