Fróðskaparrit - 01.01.1982, Page 63
Grindatøl 1584—1640 og 1709—1978
Statistics for pilot whale killing in the Faroe Islands
1584—1640 and 1709—1978
Jákup Sverre Joensen
Fiskirannsóknarstovan
Petur Zachariassen
Støðisútbúgvingin
INNGANGUR
1 Seyðabrævinum (1298) eru reglur um, hvussu stóran part
jørðin eigur av hvali, sum menn reka á land. Landparturin
var tá tríggjar fjórðingar. Einki stendur um, hvat hvalaslag
tað er, sum menn reka á land tá í tíðini. Men helst hevur tað
verið grind, tó at vit einki beinleiðis prógv hava fyri, at so
var. Louis Zachariassen (1959) skrivar, at grindadráp man
hava verið her á landi aftur í miðøldina. H. C. Miiller (1884)
heldur, at grind er kend og dripin her aftur í fornøldina.
H. E. Høst (1875) skrivar, at tað kann ikki avgerast við vissu,
hvussu langt aftur í tíðina menn hava dripið grind her á landi
Men hann heldur ikki, at grindadráp hevur verið kent um ár
1400. Um tað mundið vóru tveir venetianskir aðalsmenn,
brøðurnir Nicolo og Antonio Zeno, í Føroyum. Annar teirra
var her 1390—1395 og hin 1391 —1405. Hesir báðir hava
skrivað gjølliga frágreiðing um ferðir sínar (prentað í »Grøn-
lands historiske Mindesmærker«, København 1845). Teir skriva
m. a. um fiskiskapin, og at føroyingar flyta út fisk til fleiri
lond í Europa. Høst heldur tað tí vera óhugsandi, at grinda-