Fróðskaparrit - 01.01.1982, Blaðsíða 59

Fróðskaparrit - 01.01.1982, Blaðsíða 59
Beaucoup de bruit pour une aumelette' 67 beinan vegin samtykt av aSaltollkamarinum31. Virksemi Bangs vardi fá ár, og lutur hansara í fyriskipanini og íkomu hennara er ikki eyðkendur fyri fyrisiting Føroya sum tílíka, men ein ábending um ta støðu, hetta embæti skuldi fáa, tá ið tað varð sett á stovn í Tórshavn (tað var í 1816). Teir hægsu embætismenninir høvdu nógv meiri ávirkan í 1777 enn í 1723. Harafturímóti var føroyski siðurin at senda menn til Keypmannahavnar »upp á landsins besta« mest sum avlagdur við sendinevndini 1723—24. Nærum hundrað ár seinni, í 1806, varð fundur hildin x Havn, sum Nólsoyar-Páll stevndi til; á hesum fundi varð samtykt at senda nevnd til Keypmannahavnar til at bera fram klagu um einhandilin; men nevndin fór ongantíð av stað32. VIÐMERKINGAR 1. Bolle Villum Luxdorph. Partur av skrivligu atkvøðugreinargerð hans- ara. Danske Kancelli. Uppkøst og fylgiskjøl til »Norske registre«. »Beaucoup . . .« er næst at týða við »nógv roks um lítið og einki«. Sí »Quel bruit pour une omelette« í T. Vogel-Jørgensen: Bevingede ord (Kbh. 1955). 2. Danske Kancelli. Norske registre. 3. Anton Degn: Oversigt over Fiskeriet og Monopolhandelen paa Fær- øerne 1709-1856 (Thvn. 1929), bls. 4. 4. Ein samsvarandi áseting varð gjørd við fyriskipanini frá 20.8.1778 um takst og handil á Finnmørkini. Henda og eldri ásetingar um hitt sama vórðu fyri Finnmørkina avtikin við kunngerð frá 13.5.1796. 5. Eftirfylgjandi lýsing av einahandlinum og avleiðingarnar av honum eru bygdar á Peter Korsgaard Nielsen: Den kongelige enehandel pa Færøerne 1709—1776. Óprentað serritgerð til lærda háskúlan í Keyp- mannahavn 1976. 6. Føroyar lógu undir norðanfjals rentuskrivarastovu rentukamarsins. Frá 6.6.1771 til 1.2.1773 lógu Føroyar undir Danske Kammer, og síðan, tá ið rentukamarið var endurstovnað, komu tær undir tróndheimsku rentuskrivarastovuna. Longu 6.5.1773 vóru Føroyar lagdar undir ís- lendsku, føroysku og grønlendsku rentuskrivarastovuna undir vestur- indiska-guinesiska rentu- og aðaltollkamarinum. 1.1.1777 varð hand- ilin fluttur undir yvirskattastjórnina, men aðaltollkamarið hevði framvegis hini føroysku málini. I hesum sambandi verður heitið rentukamar/aðaltollkamar nýtt til at lýsa fyribrigdi, sum vóru eyðkend fyri búskaparfyrisitingina í hesum tíðarskeiði.
Blaðsíða 1
Blaðsíða 2
Blaðsíða 3
Blaðsíða 4
Blaðsíða 5
Blaðsíða 6
Blaðsíða 7
Blaðsíða 8
Blaðsíða 9
Blaðsíða 10
Blaðsíða 11
Blaðsíða 12
Blaðsíða 13
Blaðsíða 14
Blaðsíða 15
Blaðsíða 16
Blaðsíða 17
Blaðsíða 18
Blaðsíða 19
Blaðsíða 20
Blaðsíða 21
Blaðsíða 22
Blaðsíða 23
Blaðsíða 24
Blaðsíða 25
Blaðsíða 26
Blaðsíða 27
Blaðsíða 28
Blaðsíða 29
Blaðsíða 30
Blaðsíða 31
Blaðsíða 32
Blaðsíða 33
Blaðsíða 34
Blaðsíða 35
Blaðsíða 36
Blaðsíða 37
Blaðsíða 38
Blaðsíða 39
Blaðsíða 40
Blaðsíða 41
Blaðsíða 42
Blaðsíða 43
Blaðsíða 44
Blaðsíða 45
Blaðsíða 46
Blaðsíða 47
Blaðsíða 48
Blaðsíða 49
Blaðsíða 50
Blaðsíða 51
Blaðsíða 52
Blaðsíða 53
Blaðsíða 54
Blaðsíða 55
Blaðsíða 56
Blaðsíða 57
Blaðsíða 58
Blaðsíða 59
Blaðsíða 60
Blaðsíða 61
Blaðsíða 62
Blaðsíða 63
Blaðsíða 64
Blaðsíða 65
Blaðsíða 66
Blaðsíða 67
Blaðsíða 68
Blaðsíða 69
Blaðsíða 70
Blaðsíða 71
Blaðsíða 72
Blaðsíða 73
Blaðsíða 74
Blaðsíða 75
Blaðsíða 76
Blaðsíða 77
Blaðsíða 78
Blaðsíða 79
Blaðsíða 80
Blaðsíða 81
Blaðsíða 82
Blaðsíða 83
Blaðsíða 84
Blaðsíða 85
Blaðsíða 86
Blaðsíða 87
Blaðsíða 88
Blaðsíða 89
Blaðsíða 90
Blaðsíða 91
Blaðsíða 92
Blaðsíða 93
Blaðsíða 94
Blaðsíða 95
Blaðsíða 96
Blaðsíða 97
Blaðsíða 98
Blaðsíða 99
Blaðsíða 100
Blaðsíða 101
Blaðsíða 102
Blaðsíða 103
Blaðsíða 104
Blaðsíða 105
Blaðsíða 106
Blaðsíða 107
Blaðsíða 108
Blaðsíða 109
Blaðsíða 110
Blaðsíða 111
Blaðsíða 112
Blaðsíða 113
Blaðsíða 114

x

Fróðskaparrit

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.