Fróðskaparrit - 01.01.1982, Blaðsíða 64
72
Grindatøl 1584—1640 og 1709—1978
dráp hevur veriS kent her á landi tá, annars hevSi taS veriS
umtalaS í frágreiSingini hjá Nicolo og Antonio Zeno.
Grindadráp verSur annars umtalaS av flestøllum eldri høv-
undum, sum skriva um Føroyar. Vit skulu bert nevna nakrar
her, sum t. d. Lucas Debes (1673), J. Chr. Svabo (1781—82,
útg. 1959) og Jørgen Landt (1800). H. C. Miiller (1884)
skrivar um grindir deySar í tíSarskeiSinum 1584—1883. M.
Degerbøl (1940) skrivar um árini 1904—39, og um grinda-
dráp 1940—62 hevur J. S. Joensen (1962) skrivaS.
SAVNAN AV GRINDATØLUM
Flestøll tey eldru grindatølini, fyri tíSarskeiSiS 1584—1883,
sum nýtt eru í hesum riti, eru frá Miiller (1884). Fyrsta vit
vita viS vissu um grindahval í Føroyum munnu vera teir 4
hvalirnir, iS rendu seg á land undir Lítlu Dímun í 1584.
Annars skrivar Miiller, at fyrsta grindin doySi norSri í Sund-
unum í 1600. Men Louis Zachariassen (1959) nevnir 2 grindir
undan 1600. Hin fyrra doySi í SkálafirSi í 1588. Eftir fúta-
roknskapinum fekk kongur 23 hvalir av hesari grindini, sum
jarSarhval. Louis Zachariassen skrivar, at kongsins partur av
grind í SkálafirSi var ein fimtingur. Roknast kann tí viS, at
henda grindin í 1588 hevur veriS um 115 hvalir. Hin seinna
grindin doySi í Klaksvík í 1599, og var hon 90 hvalir. Av
gáloysni eru hesar báSar grindir ikki nevndar av J. S. Joensen
(1962).
Frá tíSarskeiSinum 1641 —1708 (GablatíSin) vita vit lítiS
og einki um grindir. Tó nevnir Lucas Debes (1673), at í 1664
doySu yvir 1000 hvalir í tveimum plássum. Svabo (1781—82)
sigur, at »i forrige Hundred Aar ere mange Hvalflokke og
Flere end i nyere Tider inddrevne«. Men sum sagt hava vit
einki yvirlit yvir, hvørjar grindir, iS deySar eru í hesum tíSar-
skeiSi. Annars hava vit brúkt tølini frá Múller fyri árini 1709
— 1883.
Fyri tíSina 1884—1903 hava eingi fullfíggjaS grindatøl
veriS prentaS áSur. Vit hava roynt at savna hesi tøl. NakaS