Fróðskaparrit - 01.01.1982, Blaðsíða 83
Grindatøl 1584—1640 og 1709—1978
91
Sergeant (1962) m. a. til í sambandi viS eina stóra kanning av
lívfrøðini hjá grindahvalinum, sum hann skipaði fyri í 1954—
59. Kanningartilfarið varð fingið úr tveimum hvalvágum í
Newfoundlandi, har framleiðsla av lýsi úr grindaspiki var
vinna í summarmánaðunum í árunum 1949—61. Best vóru
árini 1956—58, tá umleið 8.000 hvalir í miðal um árið vóru
riknir á land og dripnir (t. e. á leið tvær ferðir so nógv sum tey
bestu grindaárini í Føroyum).
Grindadráp hevur ongantíð verið vinna í Føroyum. 1 flestu
førum eru tað grindir, sum av tilvild eru sæddar av landi ella
frá bátum og skipum, ið eru á sjónum í øðrum ørindum. Við-
hvørt hevur verið hugt eftir grind, serliga fyrr í tíðini. Grinda-
veiðan er sostatt ikki, eins og fiskivinnan, bundin at veiði-
orkuni (bátatal og veiðidagar). Kortini er óbeinleiðis samband
millum hesar veiðihættir: meiri fiskiveiða kring oyggjarnar økir
møguleikan fyri at síggja grind.
Ávirkanir av mannaávum
Flest allir tættir av mannaávum, ið hava ávirkað grinda-
veiðuna gjøgnum árini, kunnu býtast sundur eftir sum teir
hava við fólkavøkstur, broytingar í vinnumynstri og tøknilig
(teknologisk) framstig at gera. Hetta býtið í bólkar verður mett
hóskandi, hóast teir ikki eru óheftir, soleiðis at skilja, at t. d.
tøknilig framstig kunnu broyta vinnumynstrið munandi, sum
so aftur kann ávirka fólkavøksturin. Yvirhøvur kunnu meting-
arnar av hesum táttum illa gerast støddarliga (kvantitativt),
tað verður einans víst á, at tey og tey viðurskifti mugu haldast
at hava havt týdning, í størri ella minni mun kanska.
Yvir eitt so langt áramál, sum her snýr seg um, kann ein
spyrja, um broytingar í siðum hjá føroyingum( so sum kost-
vanar og hugsanin um grindadráp) hava havt týdning. 1 hvussu
so er síðani umleið 1600 eru eingi tekin um nakrar broytingar
í so máta. Sjálvsagt varð etið meiri av turrari og saltaðari
grind fyrr enn nú á døgum við teimum betri goymslumøguleik-
unum (frystiskáp). Áhugin fyri grindamati er framvegis stórur.