Fróðskaparrit - 01.01.1982, Blaðsíða 90
98
Grindatøl 1584—1640 og 1709—1978
tíð størri enn 1). Serliga í ein útsynning úr Føroyum, puntarnir
5732—5716, er gott samsvar millum grindatal og vatnskorpu-
hita, har eru R-tølini millum 0,68 og 0,74.
1 12. mynd er vatnskorpuhitin í Føroya-puntinum (6108) og
puntinum 5732 settur upp ímóti grindatølunum somu mánaðir
og ár. Tað góða samsvarið í 5732-puntinum kemur týðuliga
til sjóndar; í 9 ár var hitin minni enn 10,6 í miðal og tey árini
vóru færri enn 8 grindir í juli-sept., meðan 10 av hinum 11
árunum vóru 8 ella fleiri grindir.
Frá 1966—69 til 1970—74 var eitt umskifti í veðurlagnum
(m. a. lufttrýst og sjóvarhiti) og lívinum í sjónum (m. a.
plantu- og djóraæti) í Norðuratlantshavi (D. J. Garrod v. fl.
1978). Nøkur høvuðsgrindatøl fyri hesi tíðarskeið eru sett upp
í 5. talvu. Eitt týðuligt skifti fer fram, og verður borið saman
við tíðarskeiðini A—E sæst, at árini 1966—69 líkjast tí góða
tíðarskeiðinum E, meðan árini 1970—74 meiri líkjast tí tolu-
liga góða tíðarskeiðinum D.
5. talva Table 5 Grindir fyri hvørt ári Schools per year Hvalir fyri hvørja grind Specimens per school Grindir Schools jan.-juli vestanfyri
1966—69 14,8 112 50 % (29) 29 % (17)
1970—74 5,8 125 24 % ( 7) 45 % (13)
Tíðarskeið Period D 3,2 183 18% 57%
— E 10,6 147 48% 23 %
Starvsfólki á Fiskirannsóknarstovuni og Støðisútbúgvingini takka vit
fyri hjálp í sambandi við viðgerðina av grindatølunum.