Fróðskaparrit - 01.01.1982, Page 54

Fróðskaparrit - 01.01.1982, Page 54
62 »Beaucoup de bruit pour une aumelette« jarðargóðsi, høvdu tørv á arbeiðsfólki, bóru ummælini frá prestunum ikki dám av tí. Tríggir søgdu beinleiðis, at korn- veltingin heldur var framfarin enn afturfarin, og hinir tríggir hildu, at hon var ikki afturfarin. Fýra av hesum seks vístu til roknskapir sínar um korntíggjundina15. Tveir av prestmonn- unum søgdu einki um støðuna hjá búnaðinum, og einans ein vildi vera við, at kornveltingin lá á láni. Samsvarandi var millum prestarnar heldur ikki stórvegis semja um trotið á arbeiðsfólki, og fleiri hildu uppá, at tað kom av, at bøndurnir fóru so illa við arbeiðsfólki sínum. Tó vóru næstan allir á einum máli um, at arbeiðsfólkið var sjálvráðið, og prestarnir vóru heldur ikki fegnir um, at fólk kom úr oyggj at bidda. Sýslumaðurin í Vágum helt fyri, at veltingin var fyri van- býti, tí arbeiðsfólk treyt, og at kornnýtslan í Havn var alt ov nógv16. Tað meir umvarðandi av tingsvitnunum báðum var frá løgtinginum 1. 8. 1774, har sum upplýst var, hvussu stórt trotið var á arbeiðsfólki í hvørjari sýslu. Eftir hesum tóktist trotið ikki vera stórt — um tjúgu til samans — men úr flestum støðum varð klagað um ólýdni, eins og ynskt varð, at skil fekst á ullarbiddingina. Kærurnar vóru harðmæltastar úr Eysturoynni, har 24 bøndur úr fimm bygdum høvdu skrivað undir eina kæru um viðurskiftini17. Av øllum teim ummælum, sum komin vóru til setta amt- mannin, var tað týdningarmesta tað, sum løgmaður, fúti og skrivari høvdu sett saman í felag18. 1 tí greiddu teir frá, hvussu tey fátæku í staðin fyri at gerast arbeiðsfólk settust í egin, vánalig búgv, har sum tey bjargaðu sær sum frægast við at bidda ull, sum tey gjørdu hosur úr. Hesar giftingar »í ótíð« høvdu elvt til trot á arbeiðsfólki. Til tess at forða fyri hesum hildu embætismenninir tríggir tað vera neyðugt at avmarka rættin til giftingar, og teir skutu tí upp, at treytin skuldi annaðhvørt vera ræði yvir V* til 1 mørk í jørð í festi ella sum ogn, ella tænasta á bygd í seks ár hjá báðum pørtum. Tá ið setti amtmaðurin Bang skrivaði álit sítt í 1776, endur- gav hann trúliga tað, sum meirilutin av prestunum hevði sagt
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.