Fróðskaparrit - 01.01.1982, Blaðsíða 31
Tíðleiki hjá avlamni av nervafrøðiligum sjúkum
í Føroyum í árunum 1939—1975
Poul Joensen
Tá ið talað verður um, hvussu tíðum sjúkur koma fyri, verð-
ur ofta orðið incidens (tíðleiki) nýtt. Tað sigur okkum, hvussu
nógvir nýggir tilburðir eru av eini ávísari sjúku í einum av-
markaðum tíðarskeiði í eini ávísari fólkamongd. Vanliga verð-
ur roknað við talinum á nýggjum tilburðum um árið millum
100.000 fólk.
Nervafrøðiligu sjúkurnar eru tær, sum hava sæti í heila,
mønu og hámønu, og í nervum, ið liggja. til og frá mønu og
hámønu. Ávísar sjúkur, ið hava sæti í vøddum, roknast eisini
sum nervafrøðiligar sjúkur undir heitinum »nerva-vøddasjúk-
ur«. Áður hevur ikki verið skrivað um avlamni elvt av hesum
sjúkum í Føroyum.
Tilfar og kanningarháttur
Til tess at kanna hvussu nógvir føroyingar eru vorðnir av-
lamnir av nervafrøðiligum sjúkum, vórðu 6200 avlamislækna-
váttanir (allar sum eru skrivaðar frá 1939—1975) gjøgnum-
lisnar, og tær ymisku nervafrøðiligu sjúkurnar taldar.
Kanningin fór fram á heysti 1975. Til tess at lýsa tíðleikan
og møguligar broytingar í honum gjøgnum umrødda tíðarskeið
er hvør sjúkutilburður bólkaður eftir sjúkuavgerð og tíðar-
skeiði. Tíðarskeiðini 1939—1949, 1950—1959, 1960—1969 og
1970—1975.