Fróðskaparrit - 01.01.1982, Page 60

Fróðskaparrit - 01.01.1982, Page 60
68 Beaucoup de bruit pour une aumelette 7. Tað ásetta markið var kapittultaksturin fyri Sælands biskupsdømi. 8. M. a. av Jens Chr. Svabo, Nicolai Mohr og W. Hammershaimb land- fúta. Uppskot teirra fyrstnevndu er umrøtt í J. Chr. Svabo: Indberet- ninger fra en Reise i Færøe 1781 og 1782 (útg. av N. Djurhuus, Kbh. 1959). Formælið. Ætlandi hevur eisini búskaparástøðið í tíðini, fysio- kratisman, við denti sínum á landbúnaðarframleiiðslu, átt lut í hugleiðingum hjá Keypmannahavnar-embætismonnunum. Hvussu víða tað fevnir, tori eg einki at siga um. 9. Liggur í Danske Kancelli. Uppkøst og fylgiskjøl til »Norske registre«. 10. Sum viðm. 9. 11. Amtmansembætisgerðirnar vórðu í 1720 lagdar undir Islands stift- amtmansskap. I 1770 var stiftamtmaðurin yvir íslandi skipaður at fara til íslands, og meðan hann var frá, var varamaður settur í føroyska amtmansembætið. Við kongsbrævi frá 18.5.1776 varð amtmansskapurin lagdur inn undir Sælands stiftamtmansskap, av tí at einki beint sam- band var millum Islands og Føroya, so embætisgerðirnar máttu ganga um Keypmannahavn. Stiftamtmaðurin yvir Islandi mundi helst vita nakað um føroysk viðurskifti, men stiftamtmaðurin yvir Sælandi var starvur, og tí hevði stiftamtmansskapurin lítlan týdning fyri avgerð- irnar. 12. Rentukamarið 373.43. Dagf. 26.3.1774. 13. Lá prísurin oman fyri kapittultakstin fyri Sælands biskupsdømi, skuldi keypmaðurin eftir reglunum sjálvur greiða munin. Aloftast var mun- urin eftirgivin, men við tað at tann stóra inntøkan hjá keypmanninum ivaleyst hevur ligið í umboðssamsýning fyri keyptu vøruna, hevur inntøka hansara kortini verið skerd vegna tann høga kornprísin. 14. Bræv til aðaltollkamarið frá 3.3.1774. Rentukamarið, dgb. nr. 189. 15. Sum viðm. 9. Báðir Streymoyar-prestar og hjálparpresturin í Suðuroy hildu, at veltingin var framfarin. Prósturin, presturin í Suðuroy og hjálparpresturin í Eysturoy søgdu, at eingin afturgongd hevði verið. Einans Vága-prestur helt fast um, at veltingin var afturfarin. Tað hevði borið til at kannað upplýsingar teirra eftir kirkjuroknskapinum, av tí at triðingurin av korntíggjundini fór til kirkjuna. Tíverri tykist glopp vera fyri hesi árini (roknskapirnir eru til skjals á landsskjala- savninum fyri Sæland). Hinir báðir partarnir av korntíggjundini fóru til prest og sýslumann (hann fekk kongsins part í løn). 16. Sum viðm. 9. Ósemja hevði verið millum vágamenn og handilsforvalt- aran í Havn; teir høvdu klagað um, at teir fingu ikki sín lut av vørunum. Hetta kann hava litað hugleiðingar sýslumansins. 17. Sum viðm. 9. Hitt tingvitnið er frá løgtinginum 11.9.1775. Tað inni- heldur ein lista yvir arbeiðsfólk í Vága sýslu, ein lista yvir húsbøndur við vaksnum børnum heima og arbeiðsfólki í Sandoyar sýslu og ein lista yvir húsbøndur við arbeiðsfólki í Streymoyar sýslu.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.