Fróðskaparrit - 01.01.1954, Page 100
106
Um illvolcstur
Mastitis chron. cystic. — Carcinoma incipiens 1
Fibroadenomatosis—garcinoma incipiens (adenocarcinoma
mammæ gr. II—III) 1
Eingin rannsókn 2
Sarcoma (holdvokstur).
Tilsamans vóru 8 tilburðir við hesari sjúku.
Yngstur av hesum sjúklingum var ung genta, sum doyði
13 ára gl. Hon hevði í v. fossa iliaca ein knylkil so stóran
sum ko'kusnot, og sum í .sær hevði hdld, ið var lílkt sarcom.
Sjúkuavgerð við sjóneyku var »illkynjaður anaplastiskur
knykil.«
Næstyngsti var unglingi við osteosarcom í vinstra knæs-
bótaleggi. Amputatio extr. inf. mitt á lærinum, men til
einkis, hann doyði 9 mánaðir eftir fyrstu rannsókn 18 ára
gl. — 16 ár seinni varð faðirin sjúkur av melano-sarcoma
iridis sin. Eygað varð tikið burtur, men hann doyði 6 mán-
aðir seinni av frávokstri í livrini 58 ára gl.
48 ára gl. genta doyði av skjóttvaksandi frávólks'tri v. m,
í kviðinum; frávoksturin kom frá holdvðkstri í móðurmerki
á v. leggi.
í febr. 1951 doyði 56 ára gl. maður av frávokstri frá
brósk-holdvokstri. Frávoksturin kom frá innasta kongi á 4.
tá á v. fóti. Hann og 8 ára ©ldra systir hansara hildu fram
ógviliga avgjort, at ið hvussu var síðan 10—11 ára aldur
hevði táin verið breiðari enn sama tá á h. fóti. I jan. 1942
datt steinur niður á tánna. Stutt eftir fór hon at vaksa enn
meir á breiddina, og burturskurður evnaði ikki at steðga
sjúkuni í at breiðast.
í okt. 1943 varð 75 ára gl. maður av tilviljum varur við
ein at vísa seg leysan knykil sum hassilnot í h. lærkrepping.
Hann varð tikin burtur, og sjóneykur. vísti melano-sarcom.
Stutt eftir vóru sjúkdómseyðkenni fyri álvarsamari maga-
sjúku. Bæði rontgenrannsóikn og onnur sjúkurannsókn vístu
krabbavokstur í maganum. Maðurin doyði í des. 1945. Ront-