Dúgvan - 01.12.1941, Page 1

Dúgvan - 01.12.1941, Page 1
TÍÐARRIT FYRI FRÁHALD OG IVIENTAN NR. 4. DESEMBER 1941 1. ÁRG. VETUR er myrkur og kuldatíð. Dagarnir eru stuttir og næturnar iangar, og mangan er ófýsið bæði á sjógvi og landi. Á vetri gongur sólin í lægsta sig, men á vetri hevjar hon seg eisini síni fyrstu stig uppeftir. Veturin er tí meira enn kanska nøkur onnur tíð á árinum ein roynđartíð, tí hann hevur síni krøv til okkum øll um at arbeiða meðan dagur er. Náttin kemur skjótt á og dagur skrýmist seint. Men mong eru tey, ið duga væl at fáa burtur úr lítlum, og tey duga eisini at fáa nakað av skafti á stuttum arbeiðsdegi. Myrkir kunna vetrarnir hava verið herfyri, men neyvan nakrantíð í mannasøguni man hann hava verið myrkari enn hesa ferð. Myrkur og neyð, sorg og deyð hevur veturin í sínum førningi hesa ferð. Men tey gomlu vóru von at siga, at svartari tað er fyri eygunum, tess skjótari rivar tað aftur fyri ljósinum. Hevði lagnan og forsýnið havt hesa vón i skylđrið sínum á hesum vetri, so kundu mong glett seg til stytsta dag, tá ið sólin aftur fer at iætta sær á, og ljósið líðandi og sigrandi beina bæði fyri vetrinum og myrkrinum — eisini tí villa sálarmyrkrinum, sum í dag nívur allan heim. So vil „Dúgvan“ ynskja at øll mega fáa eini eftir um- støðunum góð og hugnalig jól — og eitt eyđnuríkt nýttár við friði og semju aftur her á folđ.

x

Dúgvan

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.