Dúgvan - 01.12.1941, Page 2
DJÓNI I GEIL
* 2. september 1849 — f 20. apríl 1912.
Eftir Hans A. Ðjurhuus.
Glaðlyndur, góður í atvíkum,
bjartskygdur — einki í blandi —
hugsandi lítið um egið gagn,
ofrandi alt fyri landið:
Soleiðis var hann Djóni í Geil
soleingi hann livdi og andi!
Rúsdrekka oyddi so manga lon,
mangt var í ringum standi.
Bardist hann móti tí óndu makt
sum her bæði rádđi og rændi:
Soleiðis var hann til efstu stund
i stríð móti vondskunnar gandi!
Mangan stríðist tú einsamallur,
tá myrkur, kuldi og frost er,
lærdi hann okkum at síggja gløgt
og vinna teir bestu kostir:
Tí skal hann liva í minni her
okkara Asbjørn Kloster!
Ungdómur hugsið um henda mann,
aldur tykkar og ævi.
Minnist á hansara ljósa bros,
tá ið tungligt fellur og strævið:
Hansara trúgv og hansara vón
altíð í huga havið!