Dúgvan - 01.12.1941, Side 3

Dúgvan - 01.12.1941, Side 3
SAMVITSKAN Veitslan var liðug, og allir gestirnir vóru farnir. Allir høvdu etið og drukkið, — mest drukkið — sungið, skrólað og skrálað alt kvøldið — og tað mesta av náttini við; nú var eisini hin seinasti gesturin farin vinglandi oman gjøgnum trappurnar, og var farin heim. Andrass var einsamallur eftir. Hann var troyttur, setti seg á ein stól, og kendi á sær, at heilin ikki var reiðiliga í lagi. Tað var seint — ella kanska rættari tíðliga — men hann kundi ikki sova fyri nervunum. Hann hevði hildið veitslu fyri øllum sínum vinmonnum. Og stuttligt høvdu teir haft tað, tað sást skiliga á øllum fløskunum, gløsum og kortum, ið sløddust um alla stovuna, meðan tað ikki var meira enn lampan andi av øllum íoykinum, ið inni var. Og so var tað rúsdrekkađeymurin. — — Hann sat við báðum hondunum undir kinn; men knapp- liga reisti hann seg. Hvat var tað? — Hann hugdi uttan um seg, nei, liann var einsamallur. Men hann helt seg hoyra onkran rópa: „Andrass, hvar ert tú?“ Vóru nú eisini sansir- nar komnar í ólag hjá honum ? Nei, hann helt seg kenna røddina. Hvar hevði hann hoyrt hana fyrr? „Nei, tað var einki,“ mutlaði hann fyri seg sjálvan, „tað var tann beri blektaði innbillningur.“ „Gloym ikki lyftið, Andrass!“ Hvat var hetta tó fyri ein ósæđdur, loynifullur gestur, ið hevði snýkt seg inn í stovuna á náttartíð ? Tað var so merkiliga stilt inni, bert ljóðið frá klokkuni hoyrdist. Hann royndi at savnað alt sítt mót, men einki bar til. Knappliga gjørdist honum alt so óhugnaligt inni.

x

Dúgvan

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.