Dúgvan - 01.12.1941, Page 5

Dúgvan - 01.12.1941, Page 5
DÚGVAN 101 Tað var stórur munur á tí lítla bláoygda smádreinginum tá, og hesum unga, óvanđa manninum nú, ungur, men tó gamal í synd og øllum lastum. Hann hevði longu næstan gloymt sína eymu, góðu móður, og tey lyfti hann gav henni, meðan hon sat við honum á knøum sínum. Men hon? — Nei, aldri gloymir ein móðir barn sítt. Alđri gavst hon at biðja fyri soninum, at Gud vil hitta hann á hansara villu leið. * * * Fleiri ár eru umliðin. Á kirkjugarðinum í stórbygdini stendur ein lítil ómálaður trækrossur, og undir honum hvíia leivdirnar av Andrassi. Hann fór av verðini í sama melđur- streyminum hann var komin í. Deyður av „delerium tremens11, skrivaði læknin. Tað hendir jú so mangt í stórbygđini, og tað vóru ikki mong ið góvu hesum gætur. Fá vóru tey, ið hugsaðu um hvussu nógvar brostnar vónir og hvussu mong brotin lyfti hesin iítli gravheyggur fjaldi. Hann hevði soleiðis ikki lurtað eftir samvitskuni. I staðin forheraði hann hjarta sítt, og hann gloymdi, at aftaná alt, skal hvør einstakur standa til svars fyri øllum sínum gerðum. Eitt burturspilt lív, og kanska eisini ein sál farin fyri skeyti. * * * Men í barnaheiminum bjá Andrassi er alt við sama góða lag, sum tá ið hann sum lítil spældi har, og hansara fríski barnalátur hoyrdist undir lonini. í urtagarðinum standa blómurnar eins og í gomlum døgum — alt er sum fyrr. Nei, ikki alt, móður Andrassar sær øðrvísi út. Hárið er hvítt, men ikki av elli. Sorgin hevur farið illa við hennara áður so vakra andlitið, og eyguni eru ikki longur so klár sum fyrr. Men, hóast alt, hon biðjur tó enn til Gud — og eina- ferð skal hann turka tárini av eygum hennara.

x

Dúgvan

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.