Dúgvan - 01.12.1941, Page 11

Dúgvan - 01.12.1941, Page 11
DÚGVAN 107 kamferđropaglasið. Tey bóðu so hana koma inn í stovuna — og har løgđu tey hana á eina divan. Hon bað tey fara eftir Símuni, tí hon helt seg ikki føra fyri at ganga einsam- øll heim til sín sjálvs. Konan á telefonstøðini æt Elsa, og var lítið eldri enn Sigrid, og tær kendust heilt væl frá ungum árum. Hon læt dyrnar til køkin aftur og setti seg hjá Sigriđ, ið nú hevði givið eftir fyri grátinum. Elsa, sum sat og streyk henni gjøgnum hárið, helt við hana: „Grát bara, góða, tað lættir um sorgina hjá tær, at tú grætur teg út í frið“. Símun, sum stóð og vaskaði sær, var heilt illa við tá ið hann fekk boð at koma á telefonstøðina til Sigrid, ið ikki orkaði heim aftur, tí hon hevði fingið boð um at Tórstein ikki var framkomin í gjárkvøldið. Tá ið Símun kom út fyri dyr, bað hann tveir menn fara at leita eftir Tórsteini, ið ikki var komin vegin fram, meðan hann sjálvur fór at finna Sigrid. Nógvir vóru teir, ið fóru at leita eftir Tórsteini. Og ikki vardi tað leingi til tað sást, at teir høvdu funnið hann. Hann hevði gingið skeivt og var komin í óføri og hevði gingið so leingi at hann ikki orkaði meir. Hann sat deyður framman fyri ein stein — við fløskuni undir liðini. Sigrid varð leidd heim til hús tá ið teir komu við lík- inum. Men ikki var tað fyri henni sum tað var eitt lík, ið var innborið til teirra, nei, tað var Tórstein, beiggi hennara, sum var afturkomin. Nógv fólk fylgdi Tórsteini til gravar. Sigrid og Gunhild ieiddust — tær høvdu ikki væntað, at tær skulđu so brádl- iga missa Tórstein, sum tær hildu so nógv av. — — — Um summarið átti Sigrid ein son. Tá hann fór til dóp- in, varð Gunhild biðin til guðmammu — og hon skuldi halda barninum. Og drongurin varð doyptur Tórstein. Símun gjørdi barsøl fyri soninum. Tað varð ikki skonkt við borðið, tí Símun mintist hvussu tað bar til at svágurin fór at drekka. Tað gjørdist einki við nú. Men tað hevði hann lovað, at brennivín skuldi ikki vera skonkt aftur av sínari hond.

x

Dúgvan

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.