Dúgvan - 01.12.1941, Side 16

Dúgvan - 01.12.1941, Side 16
KATRIN OG JANUS SKEMTISØGA Katrin var nú blivin tað, ein á góðum føroyskum kallar „gomul genta“. Hon var farin um tey fjøruti, og sum tíðin leið, var hbn eisini vorðin heldur hyllig. Suin allar gamlar gentur vanliga verða, var hon eisini vorðin ikki so lítið ill- sint. Vanliga eru hyllig fólk ikki illsint, men Katrin var nú, í so máta, eitt undantak. Hon hevði í sínum ungu døgum verið trúlovað. Men tað kom ongantíð longur. Sjálv segði hon at tað var ein svartur fressur, ið var skylđ í hesum. Eitt kvølđið í vøkrum mána- skini, tá ið hon og drongurin vóru úti ein túr, leyp ein svartur fressur tvørtur um vegin, beint fyri fótunum á teim- um. Og í somu løtu kom slík illstøða teirra millum, at tey hildu rættast var, at leið teirra skiltist. — Síðani hevði hon ikki torgað hvørki dreingir ella fressar — serliga ikki teir svørtu. Katrin var so farin at tæna. Hon fekk tænastu hjá ein- ari gamlari einkju, hvørs maður var deyður fyri nógvuin árum síðani. Eingi børn vóru í hjúnarlagnum. Hin gamla, Julianna æt hon, var farin um tey fírsinstjúgu, og hevði hetta seinasta árið ligið í seingini. Tað gingu frásøgnir um, at hon átti hópin av peningi, og hon hevði fleiri ferðir mølma um, at Katrin skuldi fáa eitt sindur eftir seg, tá ið hon doyði. Hetta dámdi sjálvandi Katrini væl. Hon royndi at gera alt so hugnaligt sum møguligt fyri hina gomlu; men tað var nú ikki so lætt, tí hin gamla var so góð við kríatúr, og ser-

x

Dúgvan

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.