Dúgvan - 01.12.1941, Blaðsíða 19
DÚGVAN
115
Katrin nikkaði, meðan hon hugsaði fyri seg sjálva: Hvat
billar hann sær inn? Eins og hann ikki veit tað?
Sakførarin helt fram:
„Julianna, sum nú er đeyð, hevur tilskrivað tygum, so
leingi tygum livað, eitt hundrað krónur um mánaðin. Pen-
ingin fáa tygum útflúggjaðan hin fyrsta í hvørjum mánaði á
skrivstovuni hjá mær. “
Katrin gjørdist so eydnurík, at eyguni leikaðu vill í
skallanum á henni. Sakførarin var ikki liðugur enn:
„Fyri útflýggjanina av teimum 100 krónunum, hevur
Julianna tikið eitt fyrivarni, og tað er, at tygum føða og
røkta Janus so leingi hann livir. Frá tí degi hann doyr,
verður peninganøgdin sett niður í helvt, altso til 50 krónur
um mánaðin. Hinar 50 krónurnar skulu so latast til tey
fátæku í bygdini."
Sakførarin hugdi aftur yvir briliurnar og yvir á Katrina.
Men nú var øll gleðin og eydnan sum fokin av hcnnara
ásjón. Hon setti brýr, var óð, og segði bert eitt orð:
„Janus!“
„Ja, var tað ikki soleiðis hann æt?“
„JÚ, víst eitur hann so — men hvar er hann? Eg havi
ikki sæð hann teir seinastu đagarnar.“
Sakførarin legði pappírini saman, og segði:
„Ja, so rnegu tygum royna at finna hann, um tygum
vilja hava tær 100 krónurnar. Tygum mega vísa Janus frain
hvørja ferð, ið tygum koma eftir peninginum.“
„Skal eg dragsa hann við mær hvørja ferðina? Hvussu
vanlukkan skal eg bera meg at við tí?“ Nú var hon reiðiliga
ørg, og eyguni gingu sum snarljós í ódn.
„Tað mega tygum greiða sjálv! Um tygum ikki koma
higar við Janus, so rná eg ætla, at hann er deyður, og so
fáa tygum bert tær 50 krónurnar."
Nú fekk Katrin einki sagt fyri illsinni. Hon mutlaði
nakað um skálkabrøgd, tó uttan at sakførarin hoyrdi tað.
Hann var longu farin í holt við næsta mál, ið hann skuldi
viðgera. Katrin helt seg á øllum brøgdum kenna, at her