Dúgvan - 01.12.1941, Side 20

Dúgvan - 01.12.1941, Side 20
116 DÚGVAN ikki gjørdist meiri hjá henni, og fór tí av stað — uttan at siga farvæl. Tað vardi ikki mangar dagar til øll bygdin visti um testamentið og Janus. Og fólk høvdu fragd av at ganga aftaná Katrini, tá ið hon leitaði eftir Janusi. At enđanum eydnaðist tað eisini at fanga hann. Hann var eitt sinđur misstrúgvin og skilti ikki, hví Katrin oyðslaði allan henda kærleika uppá hann, men tað javnaði seg tó skjótt. Nú Iá hann hvønn einasta dag og sólaði sær í stovuvindeyganum. Fólk, ið komu framvið húsini, noyddust at smílast at teimum báðum, Katrini og Janusi, ið sótu í hvørjum sínum vindeyga og hugdu at á vegin. Og hin fyrsta dagin, ið Katrin fór til sakførarin við Janusi í eini kurv, tá var látur aftanfyri mangt vindeyga. Tað hevði ikki borið so væl til hjá Katrini at fingið beistið niður í kurvina, sum hon hevði hugsað. Tað sást skiliga á øllum teimum skøvum, ið vóru á hennara runđu ørmum, at Janus hevði roynt at vart seg við sínum hvussu klóm. Men niður í kurvina var hann nú komin kortini. Katrin kom inn á skrivstovuna. Sakførarin reisti seg, fór yvir at vindeyganum — og hugđi út. Hann flenti so hjartaliga fyri seg sjálvan, so at Katrin heit, at hann sá okkurt stuttligt uttanfyri. So vendi hann sær móti Katrini, og tá var meira álvara yvir lionum. Hann segði: „Ná, Katrin — tað eru væl tær 100 krónurnar? Tygum hava væl Janus við?“ „Ja, víst havi eg hann við,“ svaraði Katrin illsliga, „men tað var eitt ræðuligt baks at fáa hann í kurvina, skulu tygum trúgva.“ Og so vísti hon sakføraranum allar skøvur- nar, hon hevði fingið. „Ná, tað er einki at siga til,“ meinti sakførarin. „Janus man so mong vambakastini hava fingið frá tygum. Eg minn- ist so væl hina ferðina, tá ið hann sum skotin úr múlanum á einari kanón kom oman gjøgnum trappurnar. Ná, — lat meg so síggja djórið!“ „Eg tori ikki at lata upp fyri honum her — um hann

x

Dúgvan

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.