Dúgvan - 01.12.1941, Side 21
DÚGVAN
117
sleppur burtur úr kurvini her, so fái eg hann alđri niður í
aftur — her á fremmanđum stað.“
„Ja, ja, so linnað vit lokið bert eitt lítið sindur,“ segði
sakførarin, og hann sá niður á tey bangnu, grønu eyguni á
Janusi. „Hann sær heilt væl út, og tygum halda hann gott,
síggi eg.“
„Ja, tað noyðist eg til,“ segði Katrin.
Tað meinti sakførarin eisini, og hon fekk tær 100 krón-
urnar.
Og mánaðirnir gingu. Fyrsta í hvørjum koyrdi hon
Janus í kurvina — og so av stað!
At enda var Janus komin so í vana at ferðast í kurvini,
at hann leyp sjálvur niður í hana, tá ið hon var upplatin.
Og ofta var hann liggjandi leingi í henni aftaná at hann var
heimaftur komin. Fólk mistu so við og við áhugan fyri
Katrini og Janusi. Sjálvt sakførarin týmdi ikki longur at
hyggja niður í kurvina.
Nú gingu nøkur ár, trý—fýra—fimm. Men so ein dagin
vil Janus ikki leppa hin heita róman, ið Katrin gav honum.
Hon smurdi so róman um snýði á honum, men hann týmdi
ikki at sleikja tað burtur. Ná, hann hevði væl fingið ov nógv
at eta, meinti Katrin.
Men Janus át einki í tveir đagar, hvørki róma ella fisk,
og tá ið hon triðja morgunin kom við heitum róma til hans-
ara, var hann deyður.
Kaldasveittin stakk fram úr pannuni á henni. Her hevði
hon gingið og ovvant hetta beistið, og so lønti hann henni
við at spýla øll fýra beinini beint upp í loft. — Og so
mistið hon 50 krónur um mánaðin aftrat.
Hon sá seg longu í huganum sum filantrop hjá teimum
fátæku í bygdini — tí, tað vóru jú tey, ið skuldu hava partin
hjá Janusi. Nei, tað mátti ikki henda. Men hvat skuldi hon
gera? Hon grundaði allan dagin — og ein aftrat. Janus var
jú deyður, tað gjørdist einki við, men — tað vóru jú aðrir
svartir kattar til. Um hon nú fekk sær ein annan Janus?