Dúgvan - 01.12.1941, Síða 22

Dúgvan - 01.12.1941, Síða 22
118 DÚGVAN Sjálvandi skuldi hann ikki vera higani úr bygdini.. Tað skuldi vera løgið, um tað ikki lat seg gera. . . I náttarniðu jarðaði hon Janus úti í garðinum, og morg- unin eftir fór hon um skarðið til grannabygdina. Men úrslitið kundi væl verið betri. Hon hevði fingið ein nýggjan Janus, men hann var nú ikki reiðiliga so svartur sum hin gamli. Umframt at skinnið var heldur reyðligt, hevði beistið ein hvítan blett á vinstra oyra. Ná, hetta gjørdist okkurt við, meinti Ivatrin. Við bust og svertu varð hin nýggji Janus gjørdur svartur um allan bulin, og skjótt kendi hann seg eisini heima, tí hann var so væl gøddur. Hóast hetta var Katrin ikki so djørv sum vænt, tá ið hon næstu ferð fór til sakførarans. Sjálvt um hann ikki hevði spurt eftir Janusi tær seinastu ferðirnar, so var tó aldri gott at vita.... Ná, men tað gekkst henni væl, bæði fyrsti ferðina og mangar ferðir aftrat. Og Katrin gleddi seg í sínum stilla sinni yvir, at hon soleiðis kundi vinna sakføraranum eina neis. Ein dagin sá Katrin í blaðnum, at sakførarin skuldi flyta úr bygdini, og at ein annar yngri, nýklaktur sakførari skuldi koma í hansara stað. í fyrstani var Katrin fegin við, og tað var eins og dró hon andan lættari, nú hin gainli sakførarin skuldi fara- Men so kom óttin á hana, tí spur- ningurin var, um hesin nýggi sakførarin mundi fara at vera líka so spurin og forvitin sum hin gamli. Set nú fyri, at hann fór at kína Janusi, um hansara nýbustaða vinstra oyra? Hon rysti og var illa hýrd, tá ið hon fyrsti ferð fór til hin nýggja sakføraran. Hon royndi tó at smílast — tað kunđi ikki sakað nakað — tá ið hon segði, hvør ið hon var og hvørji ørinđi hon hevði. Sakførarin var bæði blíður og týður, flýddi henni pen- ingin, og bað hana lýsa kvittan fyri hann. Meðan Katrin bangin og rysthent skrivaði navn sítt, var sakføraranum hyggjandi at kurvini. „Hava tygum høsn við tygum?“ spurdi hann.

x

Dúgvan

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.