Dúgvan - 01.12.1941, Side 25

Dúgvan - 01.12.1941, Side 25
DÚGVAN 121 Men hvat hendir? Hann gevur seg í valđ elđvatnsdrottsins. Og skjótt vil tað síggjast, at alt tað góða ið faðir og móðir lærdu hann og tað ið lært var í skúlanum, tað kárnast og hvørvur. Tí gott kann einki trívast saman við rúsdrekka. Sær ein onkran, ið langar tíðir hevur notið rúsdrekka, so kann tað beinieiðis síggjast hvussu veikleikin hevur vunn- ið á honum. E.yguni, ið fyrr 15'stu av eydnu, eru nú kám og vónbrotin. Somuieiðis eru teir ljósu framtíðarđreymar, ið fað- ir og móður og ein sjálvur áttu, allir horvnir. Tað kann eydnast, at sløkkja eldin áðrenn eitt heim er reiðiliga oytt. Og tey, ið beimið áttu, gleða seg yvir tað ið eftir er, og fara so undir at vala um tað og gevast ikki fyrr enn heimið aftur er so hugnaligt sum tað áður var — og eydnubrosið aftur iýsur á øllum andlitunum. Tað kann eisini eydnast okkum at bjarga onkrum sum komin er inn í rúsđrekkavandan, fáa hann at hugsa seg um, so hann sleppur rúsdrekkanum og lítur á hægri megi. Tá kann hann finna teir tættir aftur, ið slitnir eru, og eins og unglingur í menning halda fram av riýggjum. Tá skal skjótt hin útihýsta eydnan finna sær sæti aftur, og hann vil verða til gleði bæði fyri foreldur og seg sjálvan. Eldurin er ræðuligur har hann kemur fram at og fær vald, og oyður eitt heirn til bert toftirnar standa eftir. — Tó er rúsdrekka nógv verri, har ið tað fær fult vald, tí tað letur enn ikki toftirnar standa eftir. Har verða einans minni eftir — ónd og tung minni um ein ið fall í rúsdrekkavanđ- anum! Latum okkum tí fylkjast øksl móti akslum í hernað móti hesum ræðuiiga vanda. Vit vilja, at Føroyar, fosturland okkara skal verða reinskað fyri rúsdrekka!

x

Dúgvan

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.