Dúgvan - 01.12.1941, Page 27

Dúgvan - 01.12.1941, Page 27
DÚGVAN 123 ur í bygdini. Við honum var mong stór veiðan fingin til Breiðuvíkar, og Hanus sjálvur hevði orð fyri at vera besti skilamaður í bygdini. Ein kaldan vindharðan vetrarmorgum fór Hanus um fjallið í ørindum, at hitta sýslumannin í grannabygdini. Hann ótlaði so veðrið, at Hanus mátti gista í grannabygdini. í lýsingini morgunin eftir kom róp í í Breiðuvík. Ein fremmand trýmastrað skonnart, ið hevði mist øll seglini, kom rekandi inn á víkina. Allir manns skundaðu sær oman at stronđini. Breiðavík er víðagitin fyri sína óreinu og grýtutu strond. Flesir, flúrar og boðar sløðast tvørtur um alla víkina, og tað skal meinkunnigur maður til at hava róðrið í hond, tá ið nakað skip skai koma inn um. Nógv vóru skipini farin í spønir fyri Breiðuvík, tað ið fólk kundu huga, og tíverri, mangir vóru teir menn, ið funn- ið høvdu sína vátu grøv har, meðan bygdafólkið stóð og eygleiđđi teir, uttan at kunna koma teimum til hjálpar, tí bátarnir vóru so smáir. Tó var tað ikki so sjáldan at Breiðuvíksmenn, uttan at ansa tí vanđa teir harvið komu sær í, fóru út við lítlum báti, og bjargaðu teimum neyðar sjómonnum sum hitt goys- andi havið slongdi inn á víkina. Og tí fór nú maður av húsi. — Langt úti sást skipið, ið spakuliga kom rekandi inneftir við báðum akkerum fyrj. Vindurin var nú nakað minkaður, men sjógvurin skolaði í heilum yvir skipið. Manningin hevði øll komið sær upp í mastrarnar. Skipið var heilt enn — men tað rak framvegis. Menninir á strondini vóru greiðir yvir, at nakað mátti gerast, og gerast skjótt, tí skipið rak beint inn ímóti Tvør- flesuni. Og kom tað fyrst á hana, var eingin vón hjá mann- ingini at verða bjargað. Av tí at Hanus ikki var heimastađdur, høvdu menninir lítlan liug at taka bátin hjá honum. Men so var tað ein ið helt, at tað var óðamannaverk at fara við nøkrum øðrum

x

Dúgvan

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.