Dúgvan - 01.12.1941, Page 30

Dúgvan - 01.12.1941, Page 30
126 DÚGVAN stoytti, at teir drógu hann upp við øllum, sum í var. Og at tað varð stór gleði í Breiðuvík henda dagin, nýtist eingin at ivast í. Aftaná hetta stóra bragd var Hanus nevndur „Hetjan í Breiðuvík“. Ikki er at flenna at. Flenni ikki at hinum drukna manninum, ið vinglar á gøtunum. Ein kennur seg kanska freistaðan til tess í fyrstani, tí hann sær jú so láturligur út. Men steðga á eitt sindur — og hugsa! Hann er á veg heim til onkran, ið enn elskar hann, hvørs hjartað verður sum gjøgnum- borað av hvøssum ørvum, av sorg, skomm og vónloysi yvir at síggja hann. Tað er kanska hansara gamla móðir, sum einaferð gleddi seg yvir at síggja sín son blíva ein vaksnan mann, ið hon setti alla sína vón til; tað er kanska konan, sum ikki torir ella vil koma millum fólk longur, tí at hann, ið hon elskar, er vorðin drankari; ella tað er eitt lítið barn, ið einaferð var eygnasteinurin hjá pápanum — inen nú bert verður happað av honum. Vit eiga at vísa samkenslu við teimum, ið soleiðis sakleys líða, og gera tað ið gerast kann fyri at fáa skil aftur á óskilið. Samvitskan sigur teimum, ið hugsa eitt sindur, at nakað skal og má gerast. Og tað gerst best við at so mong sum møguligt gerast fráhaldsfólk, og við sínum góða fyriđømi vísa hinum, at bert soleiðis skal lívið livast.

x

Dúgvan

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.