Dúgvan - 01.12.1941, Side 32

Dúgvan - 01.12.1941, Side 32
128 DÚGVAN Ongantíð meira enn nú, tá eldvatnsløgurin flo}’mir yvir landið, og øll mentan hjá ungfólki okkara er við at fara fyri skeyti, ræður tað um, at teir fáu mentanarstólpar, ið eftir stanđa, ikki eisini fara um koll. Fráhaldsrørslan í Føroyum hevur nógvar limir. Men tí- verri, teir eru ikki allir so ágrýtnir í starvinum, sum vit kundu ynskt teir at veri. Jú fleiri limir fráhalđsfeløgini hava, tess betri verður fráhaldsrørslan stuðlað, og tess størri krøv kann hon seta fram til landsins lóggevandi menn. Tí vendi eg mær til øll tykkum, ið ikki njóta rúsdrekka og heldur ikki eru organiseraði fráhaldsfólk, um at fylkjast við okkum móti rúsdrekkaóskilinum. At virka fyri fráhaldsmálinum er eitt stórt og háborið starv. Vit minnast tey gomlu, ið tóku tey fyrstu tungu tøkini. Tey kundu lata eygu síni aftur við vissu um, at teirra virkið og strev var gott, og at tað var til frama fyri mamiaættina. Høvdu bara øll kunna gjørt tað. Men vit hava tíverri so nógv dømi um, at soleiðis er ikki. Sum tíðin líður, vilja óivað fleiri fáa eyguni upp fyri hvussu ómetaliga stóran skaða rúsdrekka ger, og hvat ólukkur altíð spyrjast burtur úr, har ið eldvatnsđrotturin verður settur í hásæti. Við at fylkjast undir rráhaldsmerkjunum er ein við til at hjálpa teim mongu, sunr drykkilastin nú trælabindur. Undir fráhaldsinerkjunum uppalast tær bestu og reinastu kenslur í mannaættini, og tað er at vóna, at tann dagur skjótt vil koma, tá fjøldin av øllum Føroyinguin duga at síggja, at soleiðis er. Mítt ynski skal tí verða, at fráhaldsfeløgini mega vaksa seg stór og sterk, soleiðis at tey verða ment til at útinna tað verk, ið tey hava sett sær fyri: Føroyar reinskaðar fyri rúsdrekka.

x

Dúgvan

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.