Dúgvan - 01.12.1941, Síða 34

Dúgvan - 01.12.1941, Síða 34
130 DÚGVAN landastrokinum, uttan at fáa nakra samsýning fyri stríðið. Men hetta skuldi verða seinasta ferðin, søgdu teir. Niklas takkaði fyri ómakin, ið teir høvdu haft, og helt so leiðina til Kollafjørð. Har orðaði hann við ein bilmann, um hann ikki kundi sleppa við til Kvívíkar, men tað skuldi verða ókeypis. Jú tað var gaman í. Nú var hann komin til Kvívíkar, og tað var hálv leiðin til Vesturoyar. Enn hevði hann einki oyra lati út fyri ferð- ina, og tað var væl sloppið. Hann var tó bangin fyri at tað ikki fór at ganga so væl ta seinni helvtina av ferðini. Hann fór umborð í bátin, ið flytur fólk til Vesturoyar. „Nú er ringt skil“, helt postførarin blíðligu fyri við Niklas, „tá landastrokini fara á sjógvin“. „Tað skuldi tað ikki veri, um eg havi fingið tað innskot, at eg vil vitja Vesturoynna áðienn eg doyggi“. Postførarin fór undir at krevja ferðapeningin inn. Nildas var tann seinasti, ið hann kom til „Hvat kostar ferðin“, spurdi Niklas. „2 krónur og 75 oyrur“, var svarað. Niklas leitaði í øllum lummunum, so segði hann við postførarin: „Tað sær út sum um eg havi gloymt pungin eftir heima, eg sleppi kanska ókeypis yvir um fjørðin?“ „Hevur tú ongan pening, so noyðist eg at lata teg sleppa ókeypis við“, segði postførarin. Glaður var Niklas, hann hevði ikki roknað við at hann slapp so bíliga frá ferðini. Tá báturin legði at Amtmanns- klettinum, var Niklas fyrsti maður at leypa upp á land. Hann fór til gongu beinanvegin, tí vegurin var langur til gistingarhúsið. ið stendur uppi á skarðinum. í stovuni á gistingarhúsinum sótu maðurin og konan og prátaðu saman. Hann spann og hon bant. Hanus og Malena vóru nøvn teirra. Einaferð venđir Hanus sær á, hyggur at klokkuni og sigur so við Malenu: „Tað er vorðið seint nú Malena, heldur tú ikki at vit skulu steingja hurðina. Neyvan knmur nakar gestur so seint á kvøldi“. „Nei Hanus, ikki enn. Hvør veit, tað hevur fyrr hent seg at gestir hava komu seint á kvøldi, og kemur onkur,

x

Dúgvan

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.