Dúgvan - 01.12.1941, Síða 35

Dúgvan - 01.12.1941, Síða 35
DÚGVAN 131 so er tað ein inntøka til okkum uppá einar tvær-tríggjar krónur. Hvussu veitst tú annars, at eingin fer at koma? Eg líka sum kenni tað á mær, at onkur er í nánd“. „Gott, sum tú vi)t“, segði Hanus, festi sær í pípuna og helt so áfram við spinningini. „Ein ger jú so nógv fyri hús- friðins skuld“. Eina løtu aftaná bankar uppá hurðina. Inn kom Niklas Landastrok. Hann beyð gott kvøld, og spurdi um hann kundi fáa eina song fyri náttina. Hann kom langvegis frá, og trongdi til hvílđ. Tey bæði gomlu hugdi fyrst uppá Nikias, so hvørt uppá annað. Tey sóu við tað sama, at henda mann tjentu tey ikki nógv við at hýsa. Malena tók til orða og segði: ,,-Ja, um tygum vilja sova á borðinum ella á gólvinum. Annað pláss hava vit einki.“ „Ná, eg eri nú vanir við at sova í einari song, ið er nakað væl bleytari men, tað gerst ikki við“, svaraði Niklas og læt seg úr frakka og húgvi, „so sovi eg á gólvinum“. Malena sæt og hugdi at hesum fremmanda manni. f sínum stilla sinni angraði hon, at hon hevði skunda sær so at givið honum innivist, tí hann sá henni so đekan og ódám- ligur út. „Hanus“, segði hon, í tí hon reisti seg upp, „tað er tíð at fara í song nú. Tað kemur neyvan nakar gestur aftrat íkvøld, og steinoljan er dýr at brúka í lampuni". „Tú hevur rætt í tí, Malena; nú skal eg sløkkja“, segði Hanus. Gesturin varð sitandi stillur. Malena beyð honum góða nátt við einum heldur bítskum orðalag, og fór so upp á loftið. Tá ið hon var farin, segði Niklas við Hanus: „Hava tit einki etandi til at geva mær? Eg eri so svangur sum nakar vargur“. Hanus visti ikki reiðiliga hvat hann skuldi svara. Fyri at vinna tíð og fyri at hugsa um spurningin, læt hann sum uin hann ikki hoyrdi, hvat ið sagt var. „Nakað at eta? — Var tað tað tygum spurdi um?“

x

Dúgvan

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.