Dúgvan - 01.12.1941, Page 37

Dúgvan - 01.12.1941, Page 37
DÚGVAN 133 hevði gjørt hina ferðina. Bara hann tó ikki hevði sett eld á húsini, ella đripið vertin. „Malena, vit noyðast at steikja eina gás til hatta landastrokið.“ Malena suffaði við. „Ja, tað er einki annað at gera. Men hví lætst tú ikki hurðina fyrr aftur íkvøld“ ? Hanus fór oman aftur í stovuna, og har segði hann við Niklas Landastrok: „Nú er hin gamla farin at steikja eitt ella annað, so fáa tygum tað til nátturða.“ „Tað er gott“, segði Landastrokið. Nú var hann vorðin blíðari, og hann sessaðist aftur. Hanus vildi nú, tá eingin vandi var fyri hond, ógvuliga fegin hava at vita, hvat ið tað var, sum pápi Niklasar hevði gjørt hina ferðina. Men hann fekk einki at vita, tí Niklas var tigandi sum ein deyður. Soleiðis fór ein stívur klokkutími. Tá kom Malena inn við einari vakrari og væl tilgjørdari gásasteik við kál aftur- við. Hon sá so smílandi út, tá hon setti á borðið, beyð geystinum væl gagnist, og fór so út aftur. Gesturin byrjaði at eta, og matalysturin var góður. Hann drakk te omaná, og festi sær so í eina sigarett, sum Hanus bjóðaði honum. Hanus setti seg so við síðuna av honum og segði: „Nú, tá tygum hava eti og eri mettur, kunnu vit kanska práta saman eina løtu, um tygum einki hava ímóti tí. Tyg- um koma langvegis frá, haldi eg meg kunna fata“. „Ju, tað geri eg“. iiTygum eri kanska handilsmaður?“ „Ja, sjáivandi handilsmaður11. „Og pápi tygara — livir hann enn?“ „Nei“. „Var hann eisini handilsmaður ?“ „Ja.“ Hanus var nú um at skrædna av forvitinskapi, serliga tí gesturln gav honum víkjandi aftursvar. „Halt mær til góðar, hvat er navn tygara?“ „Eg eiti Niklas Niklassarson.“ „So æt pápi tygara eisini Niklas, Ikki so? Men nú haldi

x

Dúgvan

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.