Dúgvan - 01.12.1941, Síða 39

Dúgvan - 01.12.1941, Síða 39
DÚGVAN 135 hann setti eld á húsið . . . beint tað, ið eg var bangin fyri, hann fór at gera við okkara. — Var tað so ikki gott, at vit spanderaðu gásina uppá hann?“ „Jú, tú hevur rætt sum altíð, Hanus! Tit menn eru tó nógv klókari enn vit býttu konufólk! Hanus hugdu út av vindeyganum, tann vegin ið gesturin var farin, suffaði, og so mutlaði hann innantanna: „Hesa ferðina fekk eg eina langa nøs, men tað var gott, at hin gamla einki fekk at vita!“ Eru vit fanatikkarar? Tá ið mótstøðumenn okkara einki annað hava at brenni- merkja okkum og fráhaldsrørsluna við, tríva teir vanliga í hitt seinasta og skýrða okkum „fanatikkarar“, men avgjørt við órætti, tí fráhaldsmálið hevur einki við fanatismu at gera. 011 skilafólk eru á einum máli um, at rúsdrekkanjótanin er hin herviligasta lastin, ið til er. Enđamálið hjá fráhalds- rørsluni er stutt og greitt, at halda eldvatnsfloymin burtur frá Føroyum, soleiðis, at hin sanni friður og hin sanna gleðin aftur kunnu koma í tey føroysku heimini. Um hetta grundarlag skuidi kunna fostrað fanatikkarar, ja, ja, so er orðið „fanatikkari“ eitt heiðurs navn at bera,

x

Dúgvan

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.