Dúgvan - 01.12.1941, Qupperneq 40
ÁRSAÐALFUN DURIN OG
ARBEIÐSSKEIÐIÐ
HJÁ N. I. 0. G. T. í FØROYUM
5. TIL 9. NOVEMBER 1941
Hin regluligi ársaðalfundurin hjá N. I. 0. G. T. og hitt
skrásetta arbeiðsskeiðið, var í ár hilđið í Havn í đøgunum
frá 5. til 9. november, báðir dagar uppíroknaðir.
Mikukvøldið 5. november kl. 8 komu allir útsendingar frá
teimum ymisku bygdalosjunum saman í losjuhúsinum íHavn,
hvar ein stórur og hátíðarlígur losjufundur varð hildin. Her
vórðu heilsur frambornar av útsenđingunum og fleiri góðar
røður hildnar. Tað var sum ein háborin vón, um at hitt vaks-
andi ættarliðið er hugað til at halda fram í hesum sama
virki sum øli hesi vaksnu standu samiað um, at síggja tveir
unglingar úr barnalosjuni „Summardáin“ í Havn, verða vígd-
ar inn í losjuna „Støt Viljen“ og fáa sess og starv ímillum
tey vaksnu.
Aftaná fundin var borðreitt, har kaffikannan var á lofti.
Seinni var so ymisk skemtan.
Hósdagin 6. november kl. 11 var fundir, har ið Umdømis-
templarin E. Johansen, helt fyrilestur um fráhaldsstarvið og
lógina um rúsdrekka.
Sama đag kl. 3 var aftur fundir. Her helt M. S. Við-
stein røðu um ungdómin og fráhaldsstarvið. — Aftaná fundin
var nevndarstarv við umsjón og eftirliti av Knút Wang.
Sama kvølđið ki. 8 var almennur í losjusalinum. Røð-
arar vóru: M. S. Viðstein, Elias Joliansen, Knút Wang. — Við
fundarlok bar A. Joensen uppá mál um at fáá til vegar eina
barnabók við smásøgum, ið eisini kundi varðskógva tey um