Dúgvan - 01.12.1941, Qupperneq 42
138
DÚGVAN
So var farið unđir at velja nýtt Umdømisráð. Hesir vóru
so valdir í Umđømisráðið:
Umdømistemplari...................Elias Johansen, Tórshavn.
Umdømisskrivari...................Peter Michelsen, „
Suðuroy......................Jákup Olsen, Tvøroyri.
Tórshavn.............. .Alfred Rasmussen, Tórshavn.
Sundalagið....................Torleif Kruse, Eiði.
Vágoy................. Asloj Thomsen, Sandavági.
Skálafjørð. . . . ......... Mikael Davidsen, Skála.
Báðumegin Lorvíksfjall Jákup Simonsen, Gøtugjógv.
Umboðsmaður fyri Ungdómin M. S. Viðstein, Tórshavn.
Tá " ið“ viðurskiftini høvdu [verið so|háttað, at tað ikki
hevði borið til hjá losjunum á Sandi og í Skopum, at vera
umboðaðar á ársaðalfundinum, varð skotið til at teirra um-
boðsmaðurjT Umđømisráðnum skuldi veljast á Sandoynni so
skjótt líkindi eru til tess.^Hetta var samtykt.
So varðUagt fram bræv frá „Føroyar Framtíð11 har Um-
dømislosjan varð boðin at halđa næstajArsaðalfunđ við ar-
beiðsskeiði á Tvøroyri næsta ár. Henda bjóðing var væl fagn-
að, og samtykt varð so at samlast til ársaðalfund og ar-
beiðsskeið á Tvøroyri næsta heyst.
So var fundur lokin. Aftaná var kaffiborð og vanlig
skemtan á pallinum.
Sunnudagin 9 november kl. 3 var hilđin ársaðalfunđur í
teimum samskipaðu Ungmannadeildum undir N. I. 0. G. T.
Fyristøðumaðurin fyri ungmannastarvinum, M. S. Viðstein,
var á fundinum.
Formaðurin fyri felagsnevndina Louis Højgaard, Tórs-
havn, setti fundin og gav eina fullfíggjaða frágreiðing frá
virkinum í farna árin. Frá Ungmannastarvinum var tað frá
at siga, at hin árliga ásetta Ungmannastevna varð hiidin í
Sundalagnum, og eyđnaðist frálíkt, eins og tílíkar Ungmanna-
stevnur vanliga gera. Ungmannaforlagið „Mál og Mentan“
hevur umframt annað starv sítt nú eisini fingið „Dúgvuna“