Dúgvan - 01.12.1941, Side 43

Dúgvan - 01.12.1941, Side 43
DÚGVAN 139 í varðveitslu. „Dúgvan“ kemur eftir skipanini 4 ferðir um árið, sum tíðarrit fyri fráhald og mentan. Hin fíggjarliga støðan kundi væl verið betri, men tað er enn eingin grund at klaga. Meira arbeiði krevur meira pening, men eiga vit at kunna greiða tað eisini, eins og vit hava greitt alt annað til dags. So varð samtykt at næsta Ungmannastevna skuldi hald- ast í Vágum. Tá ið tað kom til val av felagsnevnd bað formaðurin um at verða loystur frá starvi sínum, tí hann nú hevði sitið so leingi, og harumframt hevði nógv at takast við sum stjórnarlimur í „Mál og Mentan“. Til formann í felagsnevndini varð so valdur Joli. Dani- elsen, Tórshavn. Til aðrar nevndarlimir valdi aðalfundurin: Karl Petersen,..................... Sandavági. Oliver Eystberg,................... Skopum. Elmar Gudmundsson,................. Tvøroyri. Óli Egilstrøð,..................... Eiði. Mikael Davidsen,................... Skála. Hjørdis Thomsen,................... Norðagøtu. Dany Hausen,....................... Lorvík. So varð hesin ársaðalfundur lokin. Sama dag kl. 4 var fundur í ITeiðursregluni, og kl. 5 Stórlosjufundur. Til steðar á Stórlosjufundinum var Føroya Stórtemplari, P. Jensen, stjóri. Tað vóru nógv ið vígd vórðu inn í Stórlosjuna, eins og fleiri fingu Heiðursregluna. Sama kvøld kl. 8 var hilđin skilnaðarsamkoma og árs- veitsla hjá Ungmannadeildini í Havn. Umframt at hetta var ein álvarssom samkoma, so var hetta eisini ein livandi og hugnalig samkoma. M. S. Viðstein helt eina røðu og beyð øllum at vera vælkomin. Síðani gav hann eitt yvirlit yvir arbeiði í hesum døgum og hvat, ið ætlanin var við tí og við Ungmannastarv- inum — at búgva okkum tii arbeiðið fyri fólk og fosturland.

x

Dúgvan

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.