Dúgvan - 01.12.1941, Side 48

Dúgvan - 01.12.1941, Side 48
144 DÚGVAN og veita teim bestu líkinđi at stimbrast og menna seg, so- leiðis at tað ikki eru fløskur og dunkar, ið verða at hava ræð- ið yvir Føroya fólki, men at tað er fólkið sjálvt, at tað eru Føroyingar, ein frísk og sterk tjóð, ið her livir og byggir. Har, sum rúsdrekka s.itur í hásæti, er eingin styrkja, men einans veikleiki. Rúsdrekkavandin er ræðuligur fyri eitt stórt land, men nógva ferðir størri vandi er hann fyri eitt lítið fólk, eitt fá- ment fólk. Vit Føroyingar eru fámentir, og eiga tí at ansa væl eftir, at viljin til at hevja okkum og vinna fram, ikki verður avmergjaður av teirri skaðiligu rúsdrekknnjótanini, men ístaðin leggja doyðin á at stimbra viljan til at vera frá- hajdandi, soleiðis at vit sum fólk vinna longur upp og long- ur fram. Tá soleiðis er, eiga Føroyingar at ganga saman og styðja fráhaldsstarvið. Onkur vil kanska siga: „Mær nýtist ikki at gerast fráhaldsmaður ella fráhaldskvinna, tí eg drekki ikki ella eg dugi at drekka“. Til tað er at siga, at einstakling- urin er lítið mentur einsamailur. Skal nak.að munagott kunna avrikast, tá má tað gerast í felag. Tað nyttar lítið, at ein stendur í einum horni og annar í øðrum horni og toga hvør sín vegin, báðir við teirri ætlan at fremja sama endamál. Betur var sjálvandi, um báðir gingu saman og tóku tøkini í felag. Betur og lættari vildi tað gingist. Tí gerst tað neyðugt at ganga saman í felagsskap og fjølmentir fylkjast í sam- arbeiði. Hetta er ikki minst neyðugt innan fráhaldsstarvið. Tað er at vóna, at Føroyingar yvirhøvur vilja ásanna tað rætta í hesum, og at teir, sum enn ganga einsamallir og uttanfelags, ganga uppí fráhaldsfylkingina fyri at gera hana betur føra at fremja liitt landsgagnliga endamálið, ið^ miðjar ímóti at niðurberja rúsdrekkaóskilið. „Fólksins væl er várt endamál — ei minst í ringum tíðum“ sigur eitt av skaldum okkara. Hetta hava vit fráhalds- fólk fyri eyga, og tí virka vit fyri fráhalđi í Føroyum. Eingin, sum hugsar um hetta, kann siga annað enn, at ein høvuðs-

x

Dúgvan

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.