Dúgvan - 01.12.1941, Side 49

Dúgvan - 01.12.1941, Side 49
DÚGVAN 145 treyt fyri eitthvørt fólk, er at tað heldur seg burtur frá rús- drekka. Tað besta vilđi sjálvandi veri, um børnini longu frá skúlaárunum fingu hollan kunnleika um tann skaða rúsdrekka ger. Kætt vildi tí veri, um „rósđrekkakensla“ kom sum læru- grein í skúlar okkara, soleiðis at børnini longu tá fingu at vita hvat skaða rúsdrekkanjótan er fyri menniskjan. Ein slík skipan krevur samstundis, at lærararnir ganga børnunum undan við góðum fyridømi. Tað kann tíverri ikki sigast um allar lærarar okkara í dag, tá einstakir av teim eru vána fyridømi fyri børnini, sum er vónin hjá teim elđru, tá tað eru tey sum skula taka við og skipa fyri í lanđinum, tá tey koma til manns og tey eldru fella frá. At veita børnunum hesa kenslu er m. a. ein táttur innan fráhaldsstarvið. Vit ern farin uppí fráhaldsrørsluna hugaði at vinna á inál, og vit vilja halda á til vit eru komin leiðina fram. Kann henda, at vit, sum í dag eru uppi í, ikki liva tann dag, men arbeiðið vil ikki detta niðurfyri. Tað vilja altíð verða nýggjar kreftir, ið koma uppí, og vit vita, at tað millum hina upp- vaksandi ættina er stórur partur, sum vil ganga uppí frá- halđsrørsluna, ganga uppí fylkingina av fráhaldsfólkum fyri at vinna á mál. Ein fylking, ið eldhugað setur sær hetta fyri, hon vil ikki týnast, men vil sigra. Fráhaldsfólk kring Føroyaland hava tikið lógvatak og er at vóna, at fieiri og fleiri ganga uppí samgonguna, sum við áræði og treysti gongur fram fyri fóllc og fosturland okkara Føroyar.

x

Dúgvan

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.