Dúgvan - 01.12.1941, Síða 50
JÓL
Eftir íslendska rithøvunđanum Jón úr Vør.
Minnist tær aftur á tær stundir, tá ið tú taldi dagarnar
til jóla, og tín fyrsta hugsan var, sum hvør dagur leið: Ein
dagur færri enn í gjár?
Tær untist ikki úti í leiki tínum í snjóhúsinum, hóast
fagnaðarevnið í støðum fall niður í stórum đungum, tað var
tær so lítið fagnaðarevni, tí tú hevði annað ið vai nógv størri
í huga.
Tú smoygdi tær inn í hús á miðjum degi, og gramdi
teg um fótakulda. Fostran tín gamla var ein av teimum, ið
sat við stokkum í sama lag, sum hon var von at sita í teim
ljósu mánaðuriuin. Hoa setti teg í annan seingajarendan og
bailaði væl um føturnar á tær; og tú bað hana so blíðliga:
Sig mær frá onkrum um jólini, Inga mín. Fortel mær okk-
urt um jólini!
Og minnist tú hvussu fegin tú vart yvir hina so mangar
ferðir frásøgdu jólasøguna um føðing Frelsarans, og boð frið-
arins? Tá skilti tú ikki til fullnar iungang søgurnar — hvat
helt tú um orðini; Friður á jørð? men gleði tín var mannsins
fagrasta, djúpasta gleði — gleði barnsins.
Og so kornu jólini.
Men nú . . . . nú er alt broytt.
Tú situr fyri opnum glugga í húsi tínum og letur eyg-
uni skoða verunleikan og lívið. Aftanfyri teg situr fostra tín,
roynslan; kanska bindur hon ikki longur við sama lag sum
í hinum ljósu mánaðunum. Oumbiðin ber hon fram sínar
søgur, setningarnir eru stuttir, men við longum, longuin
tøgnum sum tala . . . :